P/F Sandgrevstur víðkar flotan

Reiðaríið Sandgrevstur hevur fingið sítt fjórða skip. Talan er um eitt 40 ára gamalt skip, keypt úr Norra.

P/F Sandgrevstur hevur keypt fraktbátin Fame úr Norra. Skipið hevur áður siglt við fóðri í Norra, men nú fer tað at sigla við fóðri í Skotlandi, har P/F Sandgrevstur hevur havt virksemi í fleiri ár.

Skipið er bygt í 1966, er 54 metrar langt og 8,5 metrar breitt. Maskinan er umleið 800 hestakreftir.

Hóast skipið er 40 ára gamalt, so er tað í góðum standi, sigur Gordon Martin Midjord, reiðari. Hann vísir á, at maskinan og ljósmotorar eru skiftir út, umframt at aðrar umvælingar og ábøtur eru gjørdar á skipið.

P/F Sandgrevstur eigur frammanundan skipini Sandfrakt, Vitan og Vón, og harvið er Fame fjórða skipið í flotanum hjá reiðarínum.

Gordon Martin Midjord sigur seg vera nøgdan við prísin, ið hann tó ikki ynskir ikki at upplýsa.

Fýra mans verða við skipinum í senn, seks vikur burtur og seks vikur heima. Tí verða átta mans knýttir at Fame, sum í næstum fer í vinnu í Skotlandi.

 

[05.04.2006 – Jón Brian Hvidtfeldt]