Ásvør fekk heilsan frá drotningini

Ásvør fekk heilsan frá drotningini

Fríggjadagin varð skipað fyri samkomu í skúlanum í samband við, at Ásvør Thomsen hevur starvast sum skúlavikarur í 50 ár.

Skírisdag eru liðin 50 ár síðani Ásvør Thomsen byrjaði sum læraravikarur í Fuglafjarða Skúla. Í tí sambandi varð skipað fyri samkomu í skúlanum síðsta fríggjadag.

Á samkomuni fekk Ásvør minnisgávu frá Súna í Hjøllum, skúlastjóra, ið eisini helt røðu, har hann takkaði henni fyri drúgva og
trúgva tænastu.

Frá býráðnum fekk Ásvør Thomsen handað ein málning, og harumframt fekk hon blómur frá næminunum í skúlanum.

Heilsan frá
drotningini

Ein serlig heilsan var eisini komin frá Margrethu drotning, og hon varð borin víðari av Una Næs, formanni í skúlastýrinum.

Uni handaði Ásvør “Fortjenestemedalje úr silvur”, ein sømdargáva frá drotningini fyri trúgva tænastu.

Á samkomuni í skúlanum nýttu fleiri høvið at siga nøkur orð og takka Ásvør fyri tað stóra arbeiði, ið hon hevur gjørt fyri Fuglafjarða Skúla øll hesi mongu árini.

Til staðar vóru starvsfólkini í skúlanum, skúlastýrislimir, umboð fyri býráðið og umboð fyri næmingaráðið.

[09.04.2006 – Jón Brian Hvidtfeldt]