Knýtir økið saman
Nú er laga manni hjá fuglfirðinum at fara til Klaksvíkar, ella hjá klaksvíkingum at koma hendavegin, og tað fyri ein sera bíligan penga.
Samstundis sum Norðoyatunnilin lat upp byrjaði nýggja farleiðin millum Fuglafjørð og Klaksvík. Farleiðin er úrslit av samstarvi millum kommunurnar í økinum og Strandfaraskip Landsins. Avtalan varð undirskrivað dagin fyri at tunnilin lat upp, og má metast sum fyrsta ítøkiliga úrslit av fasta sambandinum.
Tað tekur ein hálvan tíma úr Fuglafirði til Klaksvíkar við Leið 410, og tá verður steðgað á Kambsdali, í Gøtudali og í Leirvík á vegnum. Kostnaðurin er 10 krónur út á Kambsdal ella til Gøtudal, 20 krónur til Leirvíkar og 30 krónur til Klaksvíkar. Til samanberingar kostar tað 170 krónur aftur og fram við bili undir Lorvíksfjørð, umframt brennievni. Ein seravtala er fingin í lag við P/F Norðoyatunnilin, og tí ber til at halda prísinum so langt niðri.
Fuglfirðingar hava í eina tíð havt kommunalt bussamband millum Fuglafjørð og Kambsdal, men nú nýggja farleiðin er veruleiki verður henda leiðin niðurløgd, burtursæð frá tveimum dagligum túrum millum Fuglafjørð og frítíðarskúlan á Kambsdali.
Nýggja farleiðin, leið 410, má sigast at knýta økið nógv tættari saman. Eitt nú ber væl til at búgva í Fuglafirði og arbeiða ella ganga í skúla í Klaksvík. Gerandisdagar fer fyrsti túrur úr Fuglafirði klokkan 06:50, og næsti túrur longu klokkan 07:10. Somuleiðis ber til hjá klaksvíkingum at taka bussin og vera í Fuglafirði til vanliga arbeiðstíð. Síðsti túrur úr Klaksvík á kvøldi er klokkan 22:00, meðan síðsti túrur úr Fuglafirði er klokkan 22:35.
Ferðaætlanina fyri Leið 410 finnir tú undir breddanum “Yvirlit” ovast á síðuni.
[01.05.2006 – Jón Brian Hvidtfeldt]