Ein kan spyrja seg sjálvan, hvat er so sermerkt við hesum degi. Jú hesin dagur er alheims arbeiðaradagur, og so er hetta eisini dagurin tá sáttmálarnir hjá arbeiðarafeløgunum ganga út annað hvørt ár, og forhandlast skal um nýggjan sáttmála. Hetta verður so til næsta ár.
Palliba og Marsanna eru sera spent til 1.maj næsta ár tá samráðingar verða, hetta er ikki so løgið, tí nevndarformaðurin i Føroya Banka, sum eisini er formaður í arbeiðsgevarafelagnum, gleðiliga hevur deilt eina mánaðarløn út eyka til starvsfólkið í bankanum fyri gott arbeiði, munnu tey ikki hava aðrar sømdir eisini, sum tú og eg ikki hava, hvat við nevndarlimunum, fingu teir eisini eyka
krónur i lumman. Hevði tað ikki verði meira uppá sítt pláss, at Palliba og Marsanna fingu ein part av køkuni, tá yvurskotið nú er so stórt hjá bankanum, er tað ikki júst tey sum hava goldið i ríkiligt mát fyri at fáa bankan á føtur aftur eftir bankabjargingina. Hesin sami banki bjóðaði seinasta ár rúgvuvís av fólki til fótbóltsdyst og marglætistúr í Frankaríki, hetta skuldu verða góðir kundar hjá bankanum var sagt, ein og hvør kann gera sær eina metan av hesum kundum og hvussu góðir teir eru fyri bankan, munnu teir verða líka góðir fyri Palliba og Marsannu.
Formaðurin i arbeiðsgevarafelagnum, sum eisini er aktivur vinnulívsmaður, hevði neyvan verði líka gávumildur um tað var Palliba og Marsanna tað dreygaði seg um, og givið teimum meir í lønarposan fyri gott arbeiði í síni fyritøku, nei tað hevði bert komið honum sjálvum til góðar, tá skuldi tað helst verið leiðslan sum hevði gjørt eitt gott arbeiði. Frá arbeiðsgevarans síðu verður tað javnan ført fram, at arbeiðarin má vísa samfelagssinni og verða sámuligur i lønarkrøvum sínuum, haldi at krøvini seinast uppá bert 3 % yvir 2 ár mugu sigast at verða sera rímulig, onkur fagfelagsleiðari hevði hug til at gerða gjøldur burturúr og halda okkum ikki verða rættsiktaði, at krevja so lítið, men eitt er givið tey verða neyvan so lág til komandi samráðingar.
Til seinastu samráðingar valdi eitt felag ikki at siga sáttmálan upp, sum øll hini gjørdu, teir hava nú í vikuni verði í undirsjóðartunnlinum og gjørt nýggjan eitt ára sáttmála, teir fáa tað sama i lønarposan fyri eitt ár sum hini feløgini fáa fyri 2 ár. Hetta er ikki fyrstu ferð at arbeiðsgevarafelagið letur øðrum felagið somu sømdir, sum FA saman við øðrum feløgum hevur samrátt seg til og hevur brúkt nógvan pening og orku til at fáa igjøgnum, hví skulu teir fáa somu sømdir fyri einki, tá onnur hava gjørt arbeiði, tað mátti smakka rættuliga illa. Haldið at tá solidariteturin er so lítil, burdu teir bert fingið helvtina av tí, hini fingu fyri ein eitt ára sáttmála. Tað er eingin loyna, at f1eiri av nevndarlimunum í arbeiðsgevarafelagnum, sóðu helst at arbeiðarin ger so nógv sum gjørligt, fyri so lítið sum gjørligt, onkur hevur enntá kempa við hond og fót, fyri at fáa lønina niður hjá sínum starvsfólki.
Nú í vikuni stóð í bløðunum hvat stjóra lønirnar eru í ymsum fyritøkunum, fyri Palliba og Marsannu er hetta óhugnaligur lesnaður, onkur stjóri hevur l0 árslønir hjá einum vanligum arbeiðara, so nógv er eingin stjóri verdur, óansæð hvørji fyritøku talan er um og hvussu gongur, tá var betri at hjúkla um starvsfó1kið og geva teimum eitt sindur eyka, heldur enn at knokkroyta tey.
Mangan verður tosa um hvørjir politiskir flokkar eru arbeiðaravinarligir og tosa søk okkara, dugi ikki at fáa eyga á nakran sum arbeiðir fyri vanliga arbeiðaran, nei teir hugsa bert um seg sjálvan og hvat teir kunnu stappa i egnan lumma. Landstýrið við løgmanni á odda, ætIa nú at leggja fram uppskot um pensión til landstýrismenn, teir ætIa 8 ár aftur í tíðina, løn teirra liggur á umleið 31.000 pr. mánað, her eru ongar smáligheitir, segði nakar at javnaðarflokkurin var arbeiðaraflokkur, nei tú- teir vita bert at Palliba og Marsanna eru nógv verd tá val stendur fyri durum og brúk er fyri teirra atkvøðum. Hinar flokkarnar tími eg ikki at nevna, teir eru allir líka ringir.
Eg haldi at vit øIl sum standa arbeiðarafjøldini nær, eiga at fara at hugsa um at stovna ein arbeiðaraflokk til komandi løgtingsval,
sum kann fáa umboð vald til tingið og fara at arbeiða við málum sum koma Palliba og Marsonnu til góðar og betra um livikor teirra og ikki bert gerða tað betri fyri fey sum eru vælbjargaði frammanundan, sum nú er eiga vit ongan góðan í løgtinginum sum tosar okkara søk.
Eg fari at loyva mær at lesa 3 ørindir úr sanginum internationale.
Brátt lýsir í eystri, nú dimmið er
av
upp brøður, til dagsverk og dyst
at verja várt einasta fátaka
krav,
tann rætt vit ei enn hava mist.
Tí tungt er sum trælur at tyggja
sítt breyð.
Til arbeiðis lív ella deyð.
Tí oki, sum okkum á herðar
varð lagt,
Vit knógvaðu undir av neyð.
Men eru vit fjøldin, so verði tað
sagt:
Vit krevja várt dagliga breyð.
Vit sameintir ganga í lyst og í
neyð
Til arbeiðis, lív ella deyð.
Í stríðnum, sum nú dunar víða um
land,
So mangur varð boygdur í knæ,
Tí fylkist og takið hvør annan í
hond ,
I trúgv til tann komandi dag.
Vit tjald okkum reisa til verju í
neyð.
Til arbeiðis, lív ella deyð.
Eg skal til seinast takka fyri at tit lýddu á og ynskja tykkum øllum ein framhaldandi góðan 1.maj.
[03.05.2006 – Jóhan Heri Joensen]