Røða hildin á Arbeiðaranna Altjóða Stríðsdegi – 1. mai 2006 – í Fuglafirði.
Eg føli tað sum ein stóran heiður at heitt verður á meg um at siga nøkur orð á hesum fyri okkum øll so týðandi stríðsdegi. Sosialisman og stríðið fyri arbeiðarar, fiskarar, fyri sosialum rættvísi, fyri javnstøðu og fyri teimum, ið liva á lívsins skuggasíðu var mær í blóðið borðið og týðandi partur av arvagóðsinum, ið mær var tillutað í vøggugávu, saman við kvøðum frá sosialismunnar jarnbrotum, ið dag og nátt brutu upp úr nýggjum. Síðani hava árini prógvað, at allur sannur framburður er fingin til vega gjøgnum áhaldandi stríð í tøttum samstarvi millum fakfeløg og flokkar við sosialistiskum hugsjónum.Men hvat er søgan handan 1. mai?Trý ymisk støð og árstøl verða nevnd:1.
Fyrsta Altjóða kongressin í Genf (Geneve) í 1866.
2. Haymarket í Chicago 1886.
3. Altjóða Arbeiðarakongressin í 1889 í París.1. mai hevði verið skiftidagur í øldir. Arbeiðsfólkið kundi finna sær annan arbeiðsgevara, og várið og vónin vóru eins og í dag á veg.
Á kongressini í Geneve 1866 varð vitikið:
Vit duga at síggja, at um arbeiðsdagurin ikki verður styttur, stranda allar okkara frælsisstrembanir. Vit skjóta tí upp, at hægst loyvda mark fyri einum arbeiðsdegi verður 8 tímar.
Viðtøkan var við til at samla arbeiðararnir um eitt felags mál í stríðnum fyri betri viðurskiftum. Nógv ár eftir, ja heilt upp í okkara tíð, er tað ein av parolunum, arbeiðarar kring knøttin ganga kravgongu undir.
Men stríðið fyri betri livi- og arbeiðskorum var ikki nýtt. Tí so leingi menniskju hava verið á klótini, hava tey stríðst fyri góðum
livikorum. Men ikki fyrr enn ídnaðarsamfelagið fær fótin fyri seg við síni harðrendu útnyttan av tí menniskjansligu arbeiðsmegini, verða frontarnir settir hart upp millum arbeiðsgevararnar og arbeiðstakararnir. Í Onglandi verða arbeiðarar, ið ikki vilja arbeiða fleiri enn 8 tímar um dagin, uppsagdir og svartlistaðir. Nógvir svartlistaðir rýma til Amerika, Avstralia ella Ný Sæland. Í hesum londum hildu arbeiðararnir áfram við stríðnum, og hetta gav úrslit. Bæði í Ný Sælandi og Avstralia fingu bólkar 8 tímar arbeiðsdag, og Ný Sæland heldur upp á, at teir vóru fyrstir, ið fingu 8 tímars arbeiðsdag viðtiknan við lóg. Vøo. so høvdu bólkar av arbeiðarum bæði í Avstralia og í Ný Sælandi 8 tímar dag longu í 1855 – 56 og kundu halda 1. mai sum hvíludag (10 ár fyri umrødda fundin í Geneve).
2.
Haymarket:
Í 1884 avgera fak- og arbeiðarafeløg úr USA og Canada at útrópa 1. mai til dagin, tá man við hjálp av aðalverkfalli skuldi gjøgnumføra kravið um 8 tímar arbeiðsdag og 6 daga arbeiðsviku. Verkfalssvíkar vóru settar at arbeiða. Tað endaði við samanstoyti millum arbeiðararnar og verkfalssvíkarnar. Løgreglan legði upp í , og arbeiðsgevarasabotørar blakaðu eina bumbu, soleiðis at fleiri løgreglumenn og arbeiðarar doyðu, meðan aðrir vórðu særdir. Arbeiðaleiðarir og blaðstjórin á einum arbeiðarablaði vóru dømdir til deyða, sjálvt um teir vóru púra ósekir, nakrir vórðu náðaðir seinri, av einum liberalum guvernøri í Illinois. Arbeiðsgevararnir, ið annars høvdu góðtikið krøvini, vendu aftur til gomlu skipanina. Í kirkjugarðinum í Chicago, har teir hongdu hvíla, er reist eitt monument. Og yvir nøvnum teirra er høgdur ein soljóðandi tekstur: “ Tað vil koma ein dagur, tá kvirra okkara vil vera sterkari enn tær røddir, tit kvala í dag.” Síðstu orð August Spies’, áðrenn hann varð hongdur í gálganum.
3. Altjóða Kongressin í París í 1889.
Sjálvt um hendingarnar, ið fór fram á Haymarket í Chicago, vóru ein katastrofa fyri ta Norðuramerikansku arbeiðararørsluna, so gagnaðu tær á tann hátt, at tær góvu íblásturin til, at arbeiðarar savnaðust um felags krøv, og til at tey flestu lond í dag halda 1. mai. Á Altjóða Arbeiðarakongressini í París í 1889 stilla fronsku feløgini ynski um eina stóra manifestatión, ið skuldi hjálpa kongressini at fáa krøvini gjøgnumførd. Uppskotið ljóðaði: Altjóða kravgonga 1. Mai. Kongressin viðtekur: Á ásettum tíðspunkti skal samskipast ein stór altjóða kravgonga soleiðis, at arbeiðarar í øllum býum ein ásettan dag stilla somu krøv til almennu myndugleikarnar, arbeiðsdagurin verður settur til 8 tímar. Arbeiðarar í teimum ymsu londunum skulu skipa kravgongur á tann hátt, ið svarar best til teirra lands viðurskiftir. Harvið varð 1. maj upphevjaður til: Arbeiðaranna Altjóða Stríðsdag.
Fyri nøkrum árum síðani varð nógv umrødd bók skrivað: Søgan er liðug. Hvat halda tit? Munnu vit liva í eini tíðarleysari søgutíð? Sjálvandi gera vit ikki tað. Vit eru harafturímóti vorðin partur av eini ræðuligari søguligari tíð, har kríggj, terror, líðingar ongan enda tykjast at taka. Jørðin er rík, og nóg mikið er til okkum øll, um tað var tað, kapitalistarnir vildu. Men so er ikki, og tað langt ífrá, tí kapitalistarnir og teirra skutilssveinar vilja kapitalisera og hava alt: luft, vatn, fisk og fugl, menniskju og djór, himmal og Jørð. Og einki er heilagt í teirra stríði. Kosta hvat tað kosta vil, um so Heimurin skal spreingjast í luftina. Sum er, kunnu teir spreingja Jørðina í luftina týggjutalsferðir, sjálvt um einaferð skuldi verið nokk. Men teir eiga at fáa mótspæl, og tað eru tað bert fakfeløg og vinstravongurin, ið kann geva teimum. Verður tað ikki gjørt, so er søgan skjótt liðug í einum higartil ikki sæddum ella hoyrdum ragnarrokið. Eingin ivi um tað. Nógv hevur áður verið tosað um, at eitt spøkilsi gongur gjøgnum Europa. Men ikki longur. Nú verður tosað um globalisering og altjóðagering. Hetta eru nýyrði fyri grýluna, ið áður æt kapitalisma. Í Halgubók stendur, at hin grábeinti kann vísa seg í mongum útgávum m.a. sum ein ljósins eingil, og tessvegna eiga vit at vera varin í øllum lívsins viðurkiftum, so vit ikki verða um ein háls. Tað letur til at kapitalisman á líknandi hátt kann trína á heimspallin í ymsum ‘kostymum’ og gekkaskortum, alt eftir hvat hon vil hava fatur á. Tessvegna ræður um at signa seg og halda høvdið kalt, tí gerningarnir vilja avdúka – í báðum førum – hvat krógvar seg aftanfyri kávalótir og gekkaskortar. Sum er, etur grýlan uml. 1400 børn um tíman. Hon pínir og kúgar, fongslar og drepur øll, ið standa henni í vegin, tá hon fremur sínar ætlanir, og hon heldur 100-tals mill. undir hungursmakinum, tí hon vil akkumulera og akkumulera burturi og heima, dag og nátt. Hon hevur verið, er og verður altíð ómettulig. Søgur siga frá, at tá grýlan kom til Amerika á fyrsta sinni, varð hon væl móttikin av indiánarunum, men eftir stuttari tíð funnu indiánararnir út av, at hon livdi av gulli og fyri at fáa fatur á tí ikki helt seg aftur á nakran hátt, men í sínum ræðuligu gerðum avdúkaði, hvør hon var. Eftir tað, royndu indiánarnir at fanga hana, smelta gull og hella tað niður í hálsin á henni, meðan teir søgdu við hana, at nú vónaðu teir, at hon hevði fingið nokk. Men ak, søgan hevur víst, at teir nú eru nærum útruddaðir, etnir av grýluni. – Síðani hava eisini teir svørtu í Amr. fingið grýlunnar globalisering og altjóðagering bæði at smakka og føla. Og hvat við øllum Suðuramr.? Hvat við Cuba, Chile ella Vietnam fyri at nevna nø liður í eini alttjóðager. Annars átti tað ikki at verið stava við ð, men við v, tí tað samsvara betur við verunleikan- Og tvær ferðir í 20. øld mundu grýlurnar sorað alt Evropa sundur. Mill. vórðu pínd og dripin (møguliga upp í 40 mill.). Tær føroysku eru av sama slag og samstarva við aðrar uttan fyri landoddarnar, hetta kann fáa hættisligar avleiðingar, um tær gjøgnum strámannavirki selja fólksins ognir til fremmandar grýlur.
Í uml. 100 ár hava føroysk fakfeløg og flokkar við sosialistiskum hugsjónum stríðst fyri betri lønar- og arbeiðskorum. Nógv er vunnið á leiðini: Betri lønir og at lønirnar í heila tikið verða útgoldnar. Fyrr skuldi tú keypa fyri tær í handlinum hjá reiðarinum/arbeiðsgevaranum. Styttri arbeiðsdag. Kunna frábíta fiskin um manningin helt tað vera rætt. Betri prís.
Trygdarskipanir. Pensiónir. Arbeiðsloysisskipan. Longri frítíð o.m.a.
Nógv krøv eru eftir t.d.: Loyvi at vera heima hjá sjúkum barni. Líkaløn. Mánaðarløn. (serliga í flakavinnuni) 90% í arbeiðsloysisstuðli. Eftirútbúgvingar og umskúlingar við løn. Arbeiði til allar hendur eisini til tær, ið ikki er fullførar. Nøktandi
arbeiðsumhvørvi. Eftirløn ið er til at liva av.
Men nú rekur hart á kíkin frá høgru.
Stættarstríðið er av, sigur javnaðarhøvdingin Jóannes Ejdesgaard, sum annars er komin til skorin klæðir í Javnaðarflokkinum, og sum júst hevur biði um kr. 31.000 um mðr. í eftirløn til sín sjálvan og hinar
lanndsstýrismennirnar
Hvussu ber tað annars til, at kapitalistarnir skulu hava 600 mill. kr. í skuld til landskassan strikaða? 600 mill.kr. í landskassanum kundi annars loyst nøkur av frammanfyristandi krøvum (t.d. loyvi at verða heima hjá sjúkum barni við løn – 90% í arbeiðsloysisstuðli).Hvussu ber tað til, at bert fá av teimum fleiri hundrað partafeløgunum gjalda skatt?
Hvussu ber tað til, at privatpersónar skulu kunnu ríka seg upp við at selja fólksins ognir, sum teir hava fingið fyri onki. Hesar 100-tals mill. kr., ið ikki koma í landskassan, kundu eisini t.d. verði nýttar til umskúlingar og eftirútbúgvingar, nøktandi arbeiðsumhvørvi og arbeiði til allar hendur.
Fólksins ognir gerast við tíðini (globaliseringin og altjóðageringin krevja tað) gjøgnum strámenn útlendsk ogn verður onki gjørt. Fólkið verður við sviði soð. Hvussu man stættarmunurion tá fara at vera. Man arbeiðsloysið tá fara at blíva 23% og 7000 flýggja av landinum sum fyrst í 90-unum, tá kapitalurin søkti skútuna, men bjargaði sær sjálvum. Milliardaskuldina, ið teir forerdu okkum, hava vit skjótt goldið aftur. Nú vilja teir privatisera tað teir koyrdu á heysin, og tað fáa teir eisini loyvi til, m.a. av Jóannesi og hansara monnum, sum eru drivnir av kós í høgrarákinum.
Hvussu ber tað til, at privatiseringar fara fram “over night”har mistar verða (ella givnar verða kapitalistum)
100-tals mill. kr., sum landið annars kundi disponerað yvir?
Kanska kundi børn og gomul havt gleði av hesum. Alt skal privatiserast. Grýlan er ómettandi. Gulleggini skulu slúkast heil og rá
fyri lítið og lætt. At privatiseringin fer fram krevur kapitalurin/altjóðageringin, tí privatir klára best at dríva hesi virkið: Sjóvinnubankin fór bert tvær ferðir á heysin, Føroya Banki einaferð, Fiskasølan og fiskavirking alt fór. Vit hava fingið alt á føtur aftur, og nú koma grýlurnar. Hvussu leingi og hvussu ofta eiga vit at góðtaka tílíkan óreiðiligan grýlupolitik: Ognin verður latin kapitalistunum, meðan skuldin verður latin fólkinum.
Og formaður javnaðarfloksins hevur avlýst stættarstríðið, latið seg í kapitalistaham og hevur júst vitja flokksfelaga sín í Onglandi Tony Blair. Tony hevur eisini í mong ár eins og Bush og Berlusconi hildið fast við, at stættarstríði er av og at tað nú er kapitalisman = globaliseringin = altjóðageringin, ið stendur á skránni. Kona Tony Blair er annars júst vorðin heimskend, tí hon bert undir seinasta valstríði nýtti 82 mill.kr. til at seta sær hárið fyri. Hetta svarar til uml. 300 árslønir. Og harvið er hon á hædd við Mariu Antoinett, sum spurdi, hví svøltandi parísbúgvar ikki ótu kaku, meðan hon svam í ríkidømi í Versailles og konu Marcos, sum hóast fólkið svøltaði, hevði 13.000 pør av skóm, tá hon flýggjaði. Tílík fólk mugu sjálvandi halda, at stættarstríði er av – um tað í heila tikið nakrantíð hevur verið til. Um Jóannes sum vant tekur við læru av Tony Blair, so kunnu íhvørtfall allar
hárfríðkannarkvinnurnar í Føroyum fáa úr at gera til komandi løgtingsval.
Annars er tað ikki heilt tilvildarligt, at nýtt lív verður blást í gamla Judas, meðan støvið verður strokið av honum, og skilti svíkjarin verður skift út við orðinum hetjan. Sagt verður, at hann bert var ein heiðursmaður, ið betri enn onnur, dugdi at meta um, hvat er og var rætt og rangt. Tí okkara judasar hava brúk fyri moralskum og ‘andaligum’ stuðli, tá teir á líknandi hátt fyri silvur og gull svíkja sínar egnu. So í staðin fyri samvitskubit og tokutalur um framd svik, kunnu teir nú bert vísa til Judas I, sum gjørdi tað einasta rætta – burtursæð frá at hann hongdi seg sjálvan, i staðin fyri at hongt hini, so sum teir sjálvir plaga at gera tá á stendur.
Men sum skrivað stendur: sjálvt um rákið er til høgru, so slær hjarta enn til vinstru.
Vit mugu við sorg viðurkenna, at í politiskum høpi er vinstrasíðan nærum avtoftað, meðan nógvur gangur og troðkan er frá miðjuni og langt út til høgru. Undir tílíkum umstøðum krevst av okkum øllum, ið framvegis hava varðveitt hugsjónina, at vit fakpolitisk og/ella flokspolitisk standa saman og bróta upp úr nýggjum, inntil tað enn einaferð lýsir í eystri. Lat okkum tí taka lógvatak saman og í verki vísa, at gongdar gøtur enn finnast til FRÆLSIÐ OG FRIÐ – JAVNA og BRØÐRALAG.
Takk fyri, at tit lýddu á.
Framhaldandi góðan 1. mai.
Dagfinnur Danbjørg.
[04.05.2006 – Jóhan Heri Joensen]