Regin Jóanesarson úr Vestmanna og Gunleif Thomsen úr Fuglafirði arbeiða sum grótlagarar fyri Fuglafjarðar kommunu.Hesir báðir eru við at gerast ein mynd av tí su vakurt er.Í góð 4 ár hava hesir báðir stavnarnir verið partur av býarmyndini í Fuglafirði.
Við sera góðum hegni hava teir lyft býarmyndina upp á eitt hægri støðið.
Hegnisliga hava teir frá tíðliga á várið til seint á heysti, í so gott sum øllum veðrið, og við sera góðum tolni laga metur fyri metur.Onkuntíð stendur Gunnleiv í djúpum tonkum. Hvør veit – kanska hevur hann eina fitta yrking klára um teirra arbeiði – ella bygdafólkið sum gongur framvið – Vit bíða, og gleða okkum at hoyra.Portalurin vil takka tykkum fyri eitt megnararbeiði, og vónandi koma tit at halda á, enn eitt langt tíðarskeið.
[11.05.2006 – Jóhan Heri Joensen]