SNG, sum stendur fyri Shin Nihon Global, skal í ár flyta úr Føroyum til Japan 3.000 tons av ælabogasílum, ið verða ald á Kaldbaksfirði, Oyndarfirði og í Øravík. Tá Kioshy Kajikawa verður spurdur, um SNG fær selt øll sílini á japanska marknaðinum, ivast hann ikki eina løtu.
Føroysk síl eru tey bestu í heiminum. Tey eru nógv betri enn til dømis norsk og kilensk síl. Hetta kemst av tveimum orsøkum. Onnur er, at fóðurið frá Havsbrún er fyrsta floks. Hin er, at Føroyar eru eitt sera væl egnað pláss at ala fisk, tí tær liggja á opnum havi, sigur Kioshy Kajikawa við heimasíðuna hjá Føroya Banka.Hann vísir á, at fóðurið, sum aldur fiskur fær, hevur avgerandi ávirkan á, hvussu góðskan á fiskinum verður. Góðskan á fiskinum hevur so aftur avgerandi ávirkan á, um nakar tímir at keypa hann.- Vit selja síl til japanarar, sum eta tey rá. Ein japanari smakkar og luktar beinanvegin, um fiskur hevur fingið gott ella vánaligt fóður. Fóður, sum er sett saman av fleiri djórasløgum og nógvum soyabønum, gevur fiskinum ringan lukt og kann gera hann sjúkan. Tá fiskur verður sjúkur, má hann hava heilivág, og so fer góðskan heilt í botn. Hesar trupulleikar hava vit als ikki av føroyskum sílum. Tey eru tey bestu á heimsmarknaðinum,” sigur Kioshy Kajikawa.
Kajikawa heldur, at føroyingar eru bæði stavnin og skutin framman fyri eitt nú kilenar, tá tað snýr seg um umstøður at ala síl.
– Kilensk síl verða ald langt inni í landinum, har umhvørvið meira enn so kann vera dálkað. Í Føroyum verða tey ald mitt í einum
reinum umhvørvi, sum orsakað av skiftandi veðurlagnum eisini syrgir fyri, at útskiftingini í sjónum er stór, sigur japanski forstjórin í SNG.
[11.05.2006 – Jóhan Joensen]