Musikkstevnan

Dýrabiðudag 12 maj varð Musikkstevna nr. 41 sett í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.Í ár varð Fuglafjarðar Hornorkestur vertur fyri stevnuni.Leiðari í Fuglafjarðar Hornorkestri er: Kjell Orseth, sum er slektaður úr Noregi. Formaður í felagnum er: Jógvan Finnur Poulsen

Jógvan Finnur Poulsen formaður í felagnum bjóðaði fyrst øllum luttakarum og  áhoyrarum vælkomnum á Musikstevnuna 2006.Dánjal Vang formaður í  mentamálanevndini setti síðani stevnuna.  Eftir tað tók Jógvan Dahl yvir , og leiddi dagin við kønari hond.Jógvan Dahl spældi ikki við í ár, men sum  øllum kunnugt so hevur Jógvan í mong ár verið ein av tryggu súlunum í  Fuglafjarðar Hornorkestri.Ymsu hornorkestrini fóru so eftir túri fram á  pallin fyri at vísa síni kynstur. Fuglafjarðar hornorkestur, sum varð vertur  legði fyri og teimum á baki komu so øll hini 10 eftir tørni.

Rættuliga  breið semja var millum tónleikarar og áhoyrarar, at støðið á hornorkestrunum er  gott í ár, og serliga hornorkestrini í Fuglafirði og Sørvági eins og
ungdómsorkestrini úr Havn og Klaksvík komu væl frá teirra konsertum.

Okkara 12 ára gamli knassi Rúni Hentze spældi eina klassiska  hornsolu – alt týður uppá, at hann ikki vil standa aftanfyri beiggja
sín.

Hæddarpunktini á Musikkstevnuni vóru tó tey baði havnaorkestrini GHM  og Havnar Hornorkestur

Ein hugnalig stevna hóast veðrið ikki varð líka blítt sum undanfarnu  dagarnar. Innanveggja varð tó lýtt og hugnaligt, og fagrir tónar fyltu rúmið og  leitaðu sær út í hvønn krók.Sera nógv fólk hevði leita sær til  Fuglafjarðar á stevnuna. Óivað vísti Norðoyatunnulin henda dagin, at sambandið  millum Norðuroyggjarnar og Fuglafjørð í dag ikki er nakar trupuleiki longur, og  vónandi fer nógv gott at spyrjast burturúr báðum økjunum at gagni. Sera góðu  umstøðurnar í Mentanarhúsinum mundu eisini eiga ein part av æruni fyri góðu  uppmøtingina. Eftir sjálva konsertina varð skipa fyri borðhaldi og dansi, har  luttakararnir kundu hugna sær, og tosa um felags áhugamál. Flower Power spældi  góðan dansitónleik.
Móð, troytt og nøgd fóru fólk til húsa kl 5 á morgni  – enn ein ljómfagran  dag ríkari. Mentanarhúsið fekk  í hesum tiltaki møguleikan enn einaferð at prógva sítt  virði í býarmyndini.Fyrireikararnir vóru sera væl nøgdir við tiltaki og  teir vilja takka øllum sum hava stuðlað. Ljómliðini sum luttóku vóru:
Fuglafjarðar Hornorkestur
Nes Sóknar Musikfelag
Klaksvíkar
Ungdómshornorkestur
Havnar Ungdómshornorkestur
Sørvágs
Tónleikafelag
Suðurættin
Harmoniorkestrið G.H.M.
Klaksvíkar
Hornorkestur
Tvøroyrar Hornorkestur
Eiðis Ljómfelag
Havnar
Hornorkestur
24 spælarar
33 “
16 “
23 “
28

20 ”
65 “
27 “
16 “
25

34 “
Íalt 11 ljómlið við 311
leikarum

[13.05.2006 – Jóhan Heri Joensen]