Fuglafjarðar Svimjufelag føroyameistari

Fuglafjarðar Svimjufelag stóð seg best við føroyameistarakappingina farna  vikuskifti.Svimjararnir hjá Fuglafjarðar Svimjufelag vunnu í alt 16 gull, 7  silvur og 8 bronsu.

Á gallaveitsluni á Hotel Føroyum leygarkvøldið vóru ársins svimjarar bæði hjá  kvinnum og monnum kosnir. Ikki heilt óvantað var tað Elspa Mørkøre úr  Fuglafjarðar Svimjufelag, sum streyk avstað við heiðrinum sum ársins svimjari  hjá kvinnum.

Hjá monnunum var tað eisini ein svimjari úr Fuglafjarðar  Svimjufelag, sum van heiðurin sum ársins svimjari, og tað var Kári J. á
Høvdanum.

 

[18.05.2006 – Jóhan Heri Joensen]