Nú í nakrar dagar hevur verið heldur illfýsi veður.Lambasprænurin varð mildur, so hesir dagar munnu helst verða ein forsinkaður Ternusnertur.Ternan er sum flest øllum kunnugt seinastur av búfuglunum sum kemur til Føroyar.Í hesum døgum hevur Tjaldrið eisini fult reiður. So tíð er nú at fara út í náttúruna, og fylgja við tí sum livnar upp aftur eftir langan vetur.
Herfyri høvdu vit so avbera vakurt várveður.Børnini spældu í áðum og Niðri á Sandi. Fótbóltsvøllurin av avtakin við ungdómi til langt út á kvøldið.Fólk fóru at mála og hampa um, urtagarðurin fekk eisini eina kærkomna hjálpandi hond.
Nú varð summarið komið.Hesa vón hava vit á hvørjum árið, men so kom norðanættin við vindi, kulda og einum sletti av vátakava, og sløkti alla vón – enn einaferð.
Men starin er so vorðin, at vónin er hans alt…….
Ja soleiðis eru vit tíbetur eisini. Sum hjá staranum so liggur eisini …..vón um vár og summar……enn í okkum.Jú várið stendur fyri framman, – munnu vit ikki fara at fáa onkrar hugnaligar løtur? Onkur fjálgur sólargeisli man óiva eisini fara at falla okkum í lut. – Tað man fara at blíva betur.Enn hevur kuldin ikki verið so nógvur, men vindurin hevur verið boysin fyri gróðurin, so tað er bert at vóna, at tær spírur sum vóru komnar væl á veg, ikki hava tikið ov nógvan skaða.
[21.05.2006 – Jóhan Heri Joensen]