Hví keypa internet, tá grannin gevur tær tað gratis?

Kanningin av tí tráðleysa netinum, er nú liðug, og vit kunna siga, at  serliga er tað Kambsdalur ið far botnkarakter.Hetta nýttu vit at  kanna við: Eina berbara teldu av slagnum Compaq, eitt tráðleyst netkort  við antennu ið klárar WEP og WPA kryptering.

Vit koyrdu runt á Kambsdali í 30 min. og funnu ikki færri enn 12 ótrygg  tráðleys net, summi av hesum netum høvdu fría atgongd til internetið. Tíverri noyðast vit eisini at siga, at okkurt av virkjunum á Kambsdali  eisini hevði fría internetatgongd. (UHA!!!) Í Fuglafirði kannaðu vit 2/3 av býnum, funnin vóru uml. 75 accesspoints, av  hesum vóru 14 av teimum 100% opin. (13 vóru privat) Kanningin vísti, at bert  EITT accesspoint ið var ótrygt, hoyrdi til eitt virki.
Vit taka samanum.
Kambsdalur er opin sum ein síla, keðir tú teg, so er bara at fara út á  Kambsdal við einari berbarari teldu, so sleppur tú altíð á internetið uttan at  gjalda Fuglafjørður er statistiskt sæð betri fyri, men tímur tú at ganga runt og  leita eftir einum ótryggum netið, so tekur tað ikki meira enn 10 min. So hevur  tú funnið eitt.
NB!
Tað tráðleysa netið frá Atlantic Online og út til kundan, er heilt trygt.  Tað netsambandið er nógv tryggari enn vanligu tráðleysu netini.
Viðmerking:
Vit hava valt ikki at kunngera hvar tey ótryggu netini eru, ella hvørji  virki talan er um, ynskir tú ella títt virki at fáa nærri boð, so ber til at  senda ein e-post til: [email protected]

[25.05.2006 – Jóhan Joensen]