Lonaráin undir heilt
Nú um dagarnar varð Lonaráin tyrvd.
Lonaráin varð løgd í rør og førd út á sjógv. Rørini eru grivin niður í sandin, so tað er at frøðast yvir, at enn ein skitin kloak er tyrvd.Tíverri er alt ov langt millum slíkar sólskinssøgur, tá hugsað verður um stinkandi kloakkirnar, men vónandi fer ikki ov long tíð at ganga til allar eru tyrvdar. Og vit kunnu siga, at vit hava ein reinan bý.
[03.06.2006 – Jóhan Heri Joensen]