Um stutta tíð, kemur Fuglafjarðar kommuna út við einari nýggjari heimasíðu, og vit hava fingið loyvið at “lúra”.
Nýggja heimasíðan kann ikki sigast annað enn at vera einn sonn kollvelting ið mun til gomlu síðuna. Nýggja síðan er ein 100% dynamisk heimasíða, ið er ætlað borgaranum í Fuglafjarðar kommunu.
Gamla síðan var ein sokallað “statisk” síða – meira ætlað ferðavinnuni.
Á nýggju heimasíðuni ber tað t.d. til hjá borgarum at melda seg til eina sokallaða “tíðindatænastu”, tað merkir, at borgarar kunna velja hvat teir ynskja av tíðindum. T.d. at fáa boð tá kommunan lýsir leys størv v.m. Hesi boðini kunna so koma antin umvegis SMS ella teldupost.
Nær síðan kemur út, er ikki heilt greitt, men sum skilst, so verður tað skjótt.
[08.06.2006 – Jóhan Joensen]