Í gjár frættist, at leið 410 brádliga ikki koyrdi longur millum Fuglafjørð og Gøtudal, tí bussfelagið hjá Andreassi Poulsen hevði lagt arbeiðið frá sær uttan ávaring. – Men nú eigur leið 410 at koyra sum vanligt, sigur Andras Jensen, samferðsluleiðari á Strandfaraskip Landsins.
Andras Jensen, samferðsluleiðari á Strandfaraskip Landsins, sigur, at SL longu hevur gjørt avtalu við eitt annað bussfelag, og at bussfelagið hjá Andreassi Poulsen ikki sleppur at koyra leið 410 longur:- Um eg skal vera púra erligur, veit eg ikki nágreiniliga, hvør trupulleikin var í gjár, men óivað eru tað pengar, ið eru atvoldin. Men málið er liðugt og avgreitt, og vit fara ikki at granska meira.- Vit kunnu á ongan hátt góðtaka, at ein arbeiðstakari leggur arbeiði frá sær á henda hátt, tí tað ávirkar viðskiftafólkini hjá okkum. Bussfelagið hjá Andreassi Poulsen koyrir tó enn á øðrum leiðum, men har hava vit ein sáttmála, so á teimum leiðunum verður eingin trupulleiki.- Tað er sera umráðandi, at hetta ikki hendir aftur. Leið 410 eigur at koyra sum vanligt nú, sigur Andras Jensen.
Andreass Poulsen hevur leingi roynt at fingið sáttmála og pengar í lag, men tá eingin avtala lá fyri framman, valdi hann at gevast at koyra:
– Eg havi roynt at fingið allar avtalurnar í lag síðan leið 410 byrjaði at koyra. Strandfaraskip Landsins ætlaði at kroysta alla leiðina yvir á leið 400 uttan at tosa við leiðaran har, og tí valdi eg at gevast, og teir sendu meg til hús, sigur ein ónøgdur Andreass Poulsen.
[08.06.2006 – Jóhan Joensen]