Nakað av fólki var samankomið á bryggjuni í Fuglafirði seinasta fríggjakvøld, tá ið skipað var fyri móttøku fyri Fagrabergi, fyrrverandi Krúnborg, sum nú hevur heimstað í Fuglafirði.
Í góðveðrinum fríggjakvøldið kom nóta-og trolskipið, Krúnborg, sum hevur fingið nýggjar eigarar, á Fuglafjørð. Skipið hevur nú heimstað í Fuglafirði og hevur fingið navnið, Fagraberg.Tað var Fuglafjarðar býráð, sum skipaði fyri móttøkuni, har Fuglafjarðar
Hornorkestur spældi og borgarstjórin, Sigurd Simonsen, helt røðu. Nakað av fólki var á bryggjuni, og tá ið borgarstjórin hevði hildið sína røðu, bjóðaði Anfinn Olsen, reiðari, øllum umborð at síggja skipið.Umborð fingu ung sum tilkomin góðgæti og okkurt at leska sær við.Út á náttina loysti Fagraberg og fór nýggjan túr – við nýggjum eigarum.
[19.06.2006 – Jóhan Heri Joensen]