So vítt vit vita so liggur vist nok einasta verðuliga drívhús í kommununi úti á Kambsdali.Býarparturin Kambsdalur er bygdur á slættlendi, moldin er fyri tað mesta sera súr, ella sagt við øðrum orðum reinur mógvur. Hettar skuldi vist ikki verið bestu fortreytir fyri flestu prýðisplantur, men á Kambsdali eru fleiri sum hava sera grønar fingrar, og hava broytt hesa kørgu jørð til “gróðrarbúnar teigar.”
Ein av vøkru urtagørðunum, er tann hjá Kjartani Madsen.Í urtagarðinum vaksa tær blómur sum tola føroyska veðurlagið, men sunnanfyri húsini hevur hann eisini eitt drívhús, við urtum sum annars hava ilt við at trívast hjá okkum. Í løtuni blóma rósurnar, og jarðberini eru nógv og stór (og smakka væl).Táið planturnar, sum nú eru frammi, eru avblomstraðar, eru aðrar á veg, soleiðis at gróður er í húsinum, so gott sum alt árið. Ein sonn náttúruperla á Kambsdali
Hóast sólin ikki varð frammi, táið eg vitjaði, og kalt varð í veðrinum, so var tó ein góður fløvi inni í drívhúsinum, ein verðuligur summardámur føldist í sinninum meðan eg gekk millum sera prýðiligu planturnar.Hettar er nok ikki eitt ítriv sum gevur tað nógva á kistubotnin, men eg yvist ikki í at nógvar ríkar løtur finnast her saman við plantunum, hjá honum sum gleðist yvir náttúruna táið hon vísir seg í vakrasta búna. – Jú vakra náttúran kann eisini finnast undir glastekju.
Fyri umframt vøkru urtirnar so hevur Kjartan eisini eitt sera gott yvirlit yvir tær ávísu planturnar og persónin tær eru uppkallaðar eftir. Eitt frítíðarítriv sum óivað tekur nógva tíð – og gevur nógva gleði.Her kann av sonnum sigast: at tað grør um gangandi fót.Um vit onnur eins og Kjartan vóru líka góð við teir ferðmetrar sum vit kalla okkara heim, so kundu vit av sonnum sagt at okkara býur er ein vakur býur. Vit nýtast ikki øll at eiga eitt drívhús, – men øll kunnu vit rudda og hampa um.
Skulu vit ikki øll taka okkum saman, og gera okkara part av arbeiðinum?
[25.06.2006 – Jóhan Joensen]