Svimjuhylurin stongdur

Vegna umvælingar er svimjuhylurin stongdur frá: 23. mai – 14. august.Vanliga plagar hylurin at verða opin ein stóran part av summarferiuni, hettar hevur eisini verið kærkomið hjá fremmandafólki sum kemur her á vitjan, og so sanniliga eisini hjá fuglfirðingum sum búgva aðrastaðni, og vitjað aftur á steinarnar.

23. mai byrjaðu menn uppá at skifta vindeyguni út í svimjuhøllini.  Arbeiði varð ikki meira enn gott og væl byrjað táið tað sást, at neyðugt  varð fyrst at umvæla berandi soylurnar, sum vóru illa farnar. Arbeiði kom tí at blíva meira umfatandi enn av fyrstantíð hildið.Berandi betongbjálkarnir undir fimleikarhøllini bóru eisini merkir av tíðarinnar tonn, men teir sluppu undan hesaferð.Sum  øllum kunnugt so hevur verið arbeitt uppá súlurnar vestanfyri skúlan.  Hettar arbeiði byrjaði fyri 6 árum síðani, og enn er ikki komið í helvt.  Her má av sonnum sigast at: Tolin trívst.

Einki hoyrist um nær hettar arbeiði skal gerast liðugt, ella um tað skal gerast.

 

[12.07.2006 – Jóhan Heri Joensen]