Fuglfirðingar fáa oljuhavn í jólagávu.
Nýggja oljuhavnin í Fuglafirði verður væntandi liðug til jóla. So kemur nakað av asfalteringsarbeiði afturat, men tá havnin er liðug, koma seks stórir
tangar at standa norðri á Enni.
long. Fyri fyrst er farið í gongd at grava omanav bakkanum, og síðani fer at verða borað og sprongt inn í benið. Í gjár kom danski fraktbáturin Dania komin úr Fredericia á Fuglafjørð við spunsjørnum og øðrum tilfari til byggingina. 20 metra langu spunsjørnini liggja fyribils á innaru oljukaiini.Liðug til jóla Sambært Sigurð Simonsen, borgarstjóra í Fuglafjarðar kommunu, fer arbeiðið at byggja oljuhavnina at taka eitt lítið ½ ár. Ætlanin er at havnin skal vera liðug til jóla, men longu í septembur skal hon vera sikrað. Hetta
merkir, at tá skal arbeiðið vera komið so langt, at havnin tolir føroyskt illveður.
Nýtt oljufelag stovnað
Fyri einum ári síðani søkti P/F Havsbrún um prinsipielt byggiloyvi til tungoljugoymslu norðuri á Enninum. Kommunan samtykti at veita P/F Havsbrún prinsipiella byggiloyvið, og í február í ár varð prinsipiella byggiloyvið so flutt yvir í eitt nýstovnað partafelag, »P/F 14-02-2006«, ið er eitt oljufelag við 5 miljónum í partapeningi, ið skal reka oljugoymslu og annað starv í hesum sambandi.
Eftir at prinsipiella byggiloyvið var flutt yvir í nýstovnaða felagið, samtykti Fuglafjarðar býráð í tveimum umførum at veita tær 13,5 miljónirnar, ið nýggja bryggjan kemur at kosta. Í sama viðfangi vórðu eisini 2,5 miljónir settar av til nýggjar egningarskúrar longur inni á fjørðinum.
Bjóða nógv sløg av olju
Oljuhavnin á Enninum í Fuglafirði fer at geva pláss til sera framkomna oljuveiting. Longu nú selur Statoil tungolju í staðin fyri diesel. Og sum skilst verða tveir av teimum nýggju tangunum hjá »P/F 14-02-2006« avsettir til tungolju, meðan tann triðji verður til diesel.
[19.07.2006 – Sámal Matras Kristiansen]