Petur Simonsen sagdur úr starvi sum venjari hjá ÍF

Eftir  at hava verið undir einum ávísum trýsti seinastu tíðina vegna støðuna á  stigatalvuni í Formuladeildini, var fundur um málið í gjár. Aðalnevnd,  fótbóltsnevd og ÍF-stuðlar vóru á fundinum. Niðurstøðan var, at undir  verandi umstøðum er skilabest at siga samstarvið við Petur Simonsen upp.  Hóast samstarvið við Petur hesa tíðina hevur verið gott, so varð mett at hetta var neyðugt, verður sagt í tíðindaskrivinumNýggjur  venjari er Jón Simonsen, sum hevur verið hjálparvenjari hetta síðsta  hálvárið. Hjálparvenjari hjá honum verður Símun Eliasen.Í fylgi Mortan S. Thomsen formanni í ÍF, eru onkrir nýggjir spælarar á veg til felagið.

 

[20.07.2006 – Jóhan Joensen]