Húsvognar á vitjan

Á parkeringsplássinum í miðbýnum varð í dag ein sonn innrás av húsvognum.Fremmandagestirnir hugnaðu sær á økinum í milda veðrinum.Gott pláss er til húsvognarnar, økið er sum skapt til endamálið.

Húsvognarnir sum steðgað á í Fuglafirði eru 22 í tali  og koma ymsastaðni úr Frankaríkið. Tey eru í einum feralagið sum skal  víðari til Ísland, har tey fara at  ferast runt landið í 4 vikur. Við í  ferðalagnum eru 2 leiðarar.Ferðaskrivstovan sum skipar fyri hesum túri hevur eisini bólkar aðrastaðni – eitt nú í Canada,  Suðurafrika og ymsastaðni í Europa. Í løtuni eru 12 bólkar úti og ferast og við hvørjum bólki eru 2 ferðaleiðarar.Ferðin er skipað  soleiðis, at bilarnir um dagin koyra frítt teirra egnu leið, men um  náttina  samlast tey á einum felags plássið, sum avtala er gjørd um  framanundan.

Um dagin fyri seg sjálvan, og ikki altíð bundin av ferðalagnum – um  kvøldarnar á einum felags økið, har tosað verður um upplivingar – og tíð  er til felags hugnað.Sum tey greiddu frá so er hettar ein góður máti at ferast uppá.

 

[01.08.2006 – Jóhan Heri Joensen]