Komið er skjótt út í hálvan august.
Skúlarnir byrja aftur eftir summarfrítíðina.Lomvigin er farin úr berginum. Fuglurin ger seg kláran at flyta av landinum – men vit verða verðandi í myrkrinum og kuldanum, saman við krákuni og gráspurvinum.
Álmanakkin sigur, at summarið er við at halla. Myrku næturnar eru aftur við at fáa valdið á ljósu tímunum.Blómurnar standa enn í blóma, vakurleikin frá teimum kemur okkum tilgóðar, men endamálið hjá blómuni er ikki bert at frøða okkum, men at føra ættina víðari.Fleiri av urtagarðsblómunum eru ikki skaptar til harbalna føroyska veðurlagi, men tær gera tað tær kunna og spíla seg út fyri eitt komandi ættarlið, men tíverri í fleiri førum, er veðurlagi ikki gott nokk til at fræði búnast. Teirra stremban er kolldømd av umstøðunum.
Myrku føroysku kvøldini, um tey eru lýggj, kunnu saktans verða serstakliga hugnalig – men hugni aleina byggir ikki land.
Tíverri sær út til, at Fuglafjørður í dag er meinlíkur einum fjálgum heystarkvøldið, har hugnin aleina er tað berandi.
Tað tykist tíverri so sum lokala polittiska veðurlagið, blæsur kaldan norðanvind, sum brennur av allar spírandi nálir.
[11.08.2006 – Jóhan Heri Joensen]