Áhugaverdur leikur verður sýndur í Mentanarhúsinum.

Kertur í glugganum

Áhugaverdur leikur verður sýndur í Mentanarhúsinum.

Hósdagin 31. august Kl. 19.00

Ein leikur við íblástri í lívi og arbeiði Dietrich Bonhoeffers.

Framførdur av: Jennifer Henke og Kathleen Ann Thompson

Skrivað og leikstjórnað hevur Kathleen Ann Thompson.

Um morgunin eru allir prestar í Føroyum bjóðaðir til sýningina.
Dagin eftir verður leikurin framførdur fyri næmingunum á Kambsdali.

Tvær kvinnur hittast, sum báar stríðast við sorg, svik, skuld og  stillstøðu í tíðini eftir 2. veraldarbardaga. Í báum førum vísir tað  seg, at kunnleiki teirra um Bonhoeffer gerst ein týdningarmikil liður í  leitan teirra eftir svari uppá torgreiðar spurningar.Dietrich Bonhoeffer var  týskur prestur ættaður úr Berlin. Sum avleiðing av at Bonhoeffer var  við í einum bólki, ið hevði ætlanir um at taka Hitler av døgum, varð  hann dømdur til deyða. Tó hevur lív og arbeiði hansara alsamt hildið  fram við at ávirka guðfrøðina, kirkjuna og kristindómin.Atgongumerkir kunnu keypast í Kunningarstovuni í Fuglafirði og í Mentanarhúsinum ein tíma undan framførsluni.

 

[26.08.2006 – Jóhan Heri Joensen]