So vóru vit aftur

Eftir “stuttan steðg” eru nú vit aftur.
Fólk hava verið í feriu, ella verið upptikin av ymiskum. Tí hevur portalurin verið heldur lítið uppdateraður í seinastuni.

Vit sendu eitt skriv út, har vit bóðu fólk um at senda myndir inn  til okkara. Hetta skriv hjálpti, og fleiri nýttu høvið at senda inn myndir. Hetta er vit sera fegin um.Men vit kunna tíverri ikki siga at áhugin er stórur annars at senda inn tilfar.Í  dag vitja nógv fólk portalin, talið er støðugt vaksið. Serliga eru tað  útisetar ið vitja nógv. Sjálvandi er Føroyar nr. 1, Danmark  nr 2,  Ísland nr. 3 og síðani koma Ongland, Noreg og Svøríki.

Hevur tú  okkurt liggjandi, hevur tú hug at senda inn eitt skriv, ella hevur tú  hug til at vera við til at menna portalin, so skriva til [email protected]

 


[26.08.2006 – Jóhan Joensen]