Syrgilig ferðsluvanlukka

Í gjárkvøldið 12. septembur hendi ein ferðsluvanlukka í Fuglafirði, sum kravdi eitt mannalív.

Innanfyri Breiðá á Sýnini á veg inn til Fuglafjarðar misti førarin  á motorsúkluni tamarhaldið á súkluni, og endaði niðri í bønum.Sjúkrabilur og kommunulækni komu á staðið, men maðurin doyði á veg á sjúkrahúsið.Jákup Petur Juul, sonur Dávur og Elsu Juul í Fuglafirði koyrdi súkluna og lát lív bert 26 ára gamal.

Við hesum tíðindum vilja vit bera samkenslu við teimum avvarandi í hesi syrgiligu vanlukku.

 

[13.09.2006 – Jóhan Heri Joensen]