Býðrásfundur á Hellunum

Fuglafjarðar býráð helt í gjár 14. sept.býðrásfund í bønhúsinum á Hellunum.

Í gjár klokkan 18 hevði Fuglafjarðar býráð býráðsfund á  Hellunum. Fundurin varð hildin í bønhúsinum, og har vóru nøkur  hellufólk til staðar og lýddu á. Sigurd Simonsen, borgarstjóri, var  fundarleiðari. Á skránni vóru ymisk mál sum til dømis parkeringspláss,  egningarmiðstøð og vegagerð.Fyrsta málið á skránni var nýtt  vatnreinsiverk á Hellunum, og hevði tað tí serligan áhuga fyri fólkið á  Hellunum. Hini málini høvdu øll við Fuglafjørð at gera. Fólkini á  Hellunum høvdu kanska verið meira spent at hoyrt um okkurt mál, sum viðkom teirra bygd.Fundurin varð hildin í hugnaligum trongum  umhvørvi, og aftaná var kaffi. Veðrið á Hellunum var sera gott, og  útsýni var sera flott í gjár. Hetta hóast greytatjúkt í mjørka á  Skálafjørðinum.

Hugskotið at hava fundin á Hellunum er helst ein  liður í, at býráðið skal koma bygdini nærri, og at vaksa um undirtøkuna á  Hellunum. Tað er eingin loyna, at summi hellufólk hava verið ónøgd við  arbeiði hjá Fuglafjarðar kommunu, og nú Runavíkar Kommuna stendur í  stórum vøkstri, byrja tey í Fuglafirði kanska at merkja trýstið.

Undirtøkan  fyri fundinum millum hellufólk, var stór til henda søguliga fundin.  Helst verður tað ikki síðstu ferð, at Fuglafjarðar Býráð hevur  býráðsfund á Hellunum.

 

[15.09.2006 – Jóhan Heri Joensen]