Myndin er av Breiðá ein regndag, har orka í gigawattavís streyma út til havs.Eg haldi ikki vit eru negativ um vit siga, at veðrið í Føroyum í summar hevur verið út av lagi. Toka og regn hevur mynda dagligdagin. Hoygjj er ikki fingið til høldar. Planlagdar uppgávur við máling verða útsettar.
Ja, tað er so galið, at skal grasvøllurin sláast so má tað næstan gerast í oljuklæðum.
Árið í ár hevur verið serstaka óvinarligt, regn og toka hava mynda summarið, hóast onkur sólstrála onkuntíð hevur funnið vegin fram til hesar lítlu oyggjar.Men tað kann altíð finnast okkurt positivt í tí sum gongur okkum ímóti. Stóra oljuhækingin í farnum døgum verður ein positivur trupuleiki hjá SEV, nú orkan kemur úr erva, send frá hægri maktum. At vit ikki eru komin longur at brúka hesar Gudagivnu møguleikar er ilt at skilja. Hvar trupuleikarnir eru skulu vit ikki koma fram við her, tað eru onnur sum betur eru til tað enn vit .
Men eitt kann sláast fast, og tað er at vit eru ikki so dugnalig sum vit geva okkum út fyri at verða. – slips og masjetknappar eru ikki nokk, ein verðulig stýring av orkuætlanini í Føroyum er ein trupuleiki.
Hugsa tær um onnur høvdu havt hesar møguleikar: Hvussu langt vildu tey ikki verið komin?
[21.09.2006 – Jóhan Heri Joensen]