Stutt fyri døgurða løgdu nakrir springarar beinini.Av tí at hildið varð til, áðrenn loyvið varð givið til tess, verða teir 30 hvalirnir ikki býttir í drápspartar, men til ellisheim og eldrasambýlir.Myndafrásøgn frá drápinum sæst undir “les meira”.
Um drápið skrivar Dimmalætting:Randi Jacobsen – email: [email protected]
Fríggjadagur 29. september 2006, kl. 13.28
188/129 – Heimatíðindi Beint fyri døgurða í dag varð ein bólkur av springarum rikin inn á Fuglafjørð, har 29 springarar løgdu beinini.
Men hvørki teir, sum luttóku í rakstrinum ella drupu, fingu ein bita. Hesa avgerð tók sýslumaðurin, tí hann ikki fekk boðini, fyrr enn springararnir vóru komnir heilt inn.
Rætta mannagongdin er at boða sýslumannin frá, so hann kann taka støðu til, um loyvi skal gevast til at drepa, og um so er á hvørjari hvalvág. Grindaformenninir skuldu eisini hava boð, tí teir hava uppgávuna at skipa fyri rakstrinum og drápinum. Ta ið politiið kom til Fuglafjarðar, vóru teir longu við at drepa sprimngararnar.
Kristian Martin Joensen, sýslumaður í Eysturoynni var sera misnøgdur viðð, at eing boð komu, og hann tók beinanvegin vgerðina, at í hesum førinum skuldi ikki skiftast, hvørki í drápspartar ella heimapartar. Alt tvøstið skuldi latast eldrabýlunum í oynni.
Kristian Martin Joensen sigur, at henda heningin heilt vist fær eftirspæl. Um ákæra verður reist, er ov tíðliga at siga enn, men politiið fer nú at kanna, hvørjir høvdu ábyrgdina. Sum skilst vóru eisini fleiri fuglfirðingar ímóti at drepa spirngararnar í dag og vildu ikki luttaka í drápinum.