Arbeitt verður við at gera tunnil millum Kambsdal og Skálabotn.Tunnilin verður uml. 2 km langur.
Í sjónvarpinum mánakvøldið boðaði Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði frá, at ætlanir vóru um at bora tunnil millum Kambsdal og Skálabotn.Væntandi kemur tunnilin at kosta einar 90 milliónir. Føroya Banki hevur játtað at fíggja projektið. Eisini vóru ætlanir um, at fyritøkur skuldu koma við 25 milliónunum. Sum tað skiltist so vóru hesar 25 partur av teimum 90 milliónunum, sum samlaða projektið er ætlað at kosta.Væntandi ferð tað at kostað 10 kr. fyri persónbilar, at koyra gjøgnum tunlin.
[28.09.2006 – Jóhan Heri Joensen]