Eysturkommuna er ein verðuleiki

3. okt. varð sáttmáli um kommunusamanlegging millum Gøtu kommunu og Leirvíkar kommunu undirskrivaður. Jacob Vestergaard góðkendi sáttmálarnar.

3. okt. varð skipað fyri samkomu í Bátasavninum í Leirvík. Fólk úr  Gøtu og Leirvík vóru á staðnum. Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í  Leirvík, bjóðaði vælkomin og segði hvat fór at henda. Síðani fóru hon og  Hans Mourits Foldbo, borgarstjóri í Gøtu uppí ein av bátunum inni í  bátasavninum, har ið tey undirskrivaðu sáttmálan um samanleggingina.Jacob  Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, var á staðnum. Hann  góðkendi sáttmálan og segði síðani nøkur orð. Hann fegnaðist um
samstarvið millum Gøtu og Leirvík. – Samráðingartilgongdin hevur verið  góð, harið báðir partar hava sæð fyrimunir við einum samstarvi, segði  hann, . Jacob segði seg vóna, at onnur fara at ganga í teirra fótasporum.Samstarvið byrjar í 2007, táið báðar kommunurnar fara  at arbeiða miðvíst fram ímóti einari samanlegging, og í 2009 verða tær  endaliga lagdar saman.
____________________________________________________________

Á  Fuglafjordur.com vilja vit ynskja Leirvíkar og Gøtu kommunum tilukku  við hesum sáttmála. Og ynskja alt gott fyri hettar tiltak.

Linjan er løgd:

Nú er bert tíð til Eysturøkið verður ein annar miðdepul í Føroyum.  Fuglafjørður og Klaksvíkin eru náttúrligir partar í hesi heild.

Samstarv er vegurin til málið.
Tíð skal til fyri at loysa hettar umsitingarligt.  Tað er tí at vóna, at polittiskt skil valdar í økinum.

 

[06.10.2006 – Jóhan Heri Joensen]