Upprunaliga var eitt komandi berghol á Kambsdali ætlað til ferðsluna vestur í Vágar og flogvøllin, men við ætlaða undirsjóvartunlinum til Havnar passar gamla bergholsætlanin sum fótur í hosu til norður suður ferðsluna, sigur Sigurd Simonsen borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu.
Sigurd Simonsen borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, trýr framhaldandi uppá tunnilsætlanina av Kambsdali gjøgnum fjallið til Skálabotn.Fyri nøkrum døgum síðani undirstrikaði stjórin í Landsverkið, Oyvindur Brimnes, at tað er landsmynduleikin og Landsverk, sum avgera linjuføringina til vegakervið runt landið og ikki kommunan. Men tað sær Sigurd Simonsen ikki sum nakra forðing. Landsverkstjórar koma og fara og ætlanir við teimum.Tunnilsætlanin á Kambsdali er ikki nýggj, og síðani hon fyrstu ferð varð almannakungjørd, hava tríggir landsverkfrøðingar verið og eitt hav av ætlanum.
Vit vita at loyvi (linjuføring, íbindingarloyvi o.s.fr.) skal til, og vit hava eisini verið á fundi við landsverkfrøðingin, men hann var ikki so neiligur fyri uppskotinum, sum framgongur í Dimmalætting, greiðir Sigurd Simonsen frá. Hann undirstrikar, at aktuella linjuføringin undir Gøtueiði, sum Landsverk í hesum døgum hellir til, bert er 2 ára gomul, men linjuføringin gjøgnum fjallið við Kambsdal varð fyrstu ferð løgd fram sum ætlan í 1979.
Og lítil ivi er um, at eitt berghol á Kambsdali hevði gjørt ferðsluna úr Fuglafirði munandi lættari og skjótari. Ein partur av tungu ferðsluni skal nevniliga als ikki til Havnar, men til Kollafjarðar nú á døgum. Haraftrat hevði ferðslan vestur til Vágar (upprunaliga ætlanin) verið munandi skjótari við einum bergholi á Kambsdali, greiðir borgarstjórin frá. Ikki tí, ætlanin passar
eisini væl til ætlaða eysturoyartunnilin til Havnar.
Upprunaliga var ætlaða bergholið í Kambsdali manglandi liðið til at loysa ferðsluleiðina vestur á flogvøllin, men nú vísir tað seg, at tað passar sum fótur í hosu til eysturoyarleiðina eisini, greiðir Sigurd Simonsen, borgarstjóri frá.
Arbeitt verður sambart borgarstjóranum framhaldandi seriøst við ætlanini.
[14.10.2006 – Jóhan Heri Joensen]