Fletting

Her eru menn á veg av rættini, við seinastu lombunum. Alt er nú við at koma undir tak, so eftir er bert at fletta.Flestu fjøllini eru nú gingin og skurðurin er komin upp at hanga. Sum heild tykist vektin vera góð í ár.

Vit fóru ein túr inn á gólvið hjá Jan Erik, og hugdu at meðan flett varð.2 flettu meðan 1 tók upp, og reinsaði.Flett varð í flettingarkjallaranum sum er undir einum parti av seyðhúsinum.

Dagin fyri høvdu teir verið á fjalli í Góðadali og  henda dagin í Fjallshaga, so menn vóru troyttir, tí vóru bert 2 flett  hettar kvøldið, ein veðrur og eitt heystlamb.

Liðugt er at fletta fyri í dag, eftir er bert at viga krovini og taka restina upp, so klárt er at byrja aftur í morgin.

Ikki kann sigast annað  enn at væl hildnaðist, men sigast skal eisini, at hesir báðir vóru úr betra endanum.Heystlambið vigaði 51 pund og veðrurin 66 pund.Nú varð givist fyri í dag, menn vóru troyttir og fóru til húsa at fáa eina lítla kærkomna hvíld.

Fór innaftur á gólvið í seyðhúsinum 2 dagar seinni, fyri at frætta hvussu vektin hevði verið.

Júst tá høvdu teir kaffipausu, so eitt hugnaligt prát kundi fáast í køksrúminum.Við borið sum stóð við vindeygað høvdu vit eisini eitt sera gott útsýni yvir býin.

Higartil høvdu teir flett 161 veðr á 66 pund
2 veðrar á 60 pund
1 heystlamb á 51 pund og
12 lomb sum vigaðu frá 29 -38 pundFleiri lomb vóru eftir at fletta, og sóðu flestu teirra sera gott út.

Á vegginum í køkinum hekk hesin málningur. Tað er Poll sum her er í áseyðaroyting.Frits Johannesen hevur málað.

Bert spell at hann ikki er signeraður, og árstal manglar eisini, men enn ber til at rætta uppá hettar smátingið.

 

[16.10.2006 – Jóhan Heri Joensen]