Blaðskriving

Seinastu 2 mánaðirnar hevur Fuglafjørður verið forsíðutilfar í Oyggjatíðindi.Grundaðar atfinningar á røttum staðið til rætta tíð, kunnu bert verða uppbyggjandi. So tað burdi ikki verið nakað skeivt í tí at funnist at,
men…..

– nú er tað ov nógv av tíð góða.Onkuntíð frøðast vit yvir,  at okkurt gott um Fuglafjørð kemur á forsíðuna í bløðunum, men nú er  frøðin ivasom. Skrivingin seinastu tíðina er nú mest at líkna við eitt runukrýggj. Tað er bert spurningur um hvør verður mest dálkaður.Hvat  endamál henda skriving hevur er ikki torført at fáa eyga á, men tað er  vist í so tíðliga, at byrja at berjast um sessir,  –  enn er góð tíð.

Verðuliga stríðið hevur verið um mál, sum heilt greitt hoyra heima í havnanevndini.  3 tjóðveldismenn (Signar, Dánjal og Tórfríður) manna havnanevndina, so  her skuldi verið lag á manni at tikið avgerð, men fyri borgaranum tykist  sum um at herðarnar ikki eru nóg breiðar til at bera hesar avgerðir.

Um tað er innanhýsis tosið í havnanevndini sum endar í bløðunum er ilt at siga, men tað er mangt sum bendir á at so er.

Við hesum er ikki sagt, at vit skulu gevast at finnast at.  Nei, tað skulu vit ikki, men tað eiga at verða grundaðar ábreiðslur, sum vit tora at leggja rygg til.

NB: Um tað er skeivt sum her er skrivað, so kann tann sum veit betur fáa pláss á hesum portali at siga frá tí sum rætt er.

 

[20.10.2006 – Jóhan Heri Joensen]