Fríðkan av býnum

Ovarlaga í brekkuni á Høvdini hevur hettar Ahorn træðið staðið nú í skjótt eina heila øld, og er óivað ein av elstu livandi skapningum í Fuglafirði.Nøkur trøð í hesum aldri eru enn eftir í Fuglafirði. Fleiri fullu táið niðari vegur bleiv breiðkaður, so tað er gott, at roynt verður at fjálga um tað sum eftir er.

Tað er at frøðast yvir, at tað ikki bert er kjafturin á  gravkúnni sum avgerð hvussu útbygging skal fremjast, men at vit og skil eisini fær eitt orð við á vegnum.Um hesin vegur bleiv eitt lítið sindur breiðkaður í ovara enda so varð arbeiði næstan fullgjørt.Víst  eru tað tey sum siga, at hettar er tvætl, tí næsti stormur tekur  træðið. Tað kann verða, at so verður, men nú hevur tað so møguleikan at  vísa sína styrki.

Træðið hevur staðið her í skjótt 100 ár, so vónandi, stendur tað nøkur ár afturat.

 

[30.10.2006 – Jóhan Heri Joensen]