Í langa tíð hevur verið arbeitt við rørum og leidningum frá Gjónni og eftir vegnum Vestur í Bø. Í løtuni er komið um hálva leið.Hví er yvirskriftin Russaraleidningurin?
Í seinnu helvt av 50unum og fyrrapartin av 60unum varð nógv sild á Føroya leiðini, og tí vóru nógv skip úr Ruslandi (Sovjetsamveldinum) á okkara leiðum um hetta mundi.Tey russisku skipini nýttu veðurgóðu firðirnar í Føroyum til at lasta veiðuna í móðurskip. Her lógu tey eisini og umvældu ymisk brek og mangt annað. Summi lógu rættuliga leingi.Ein av mest brúktu firðunum í landinum varð Fuglafjørður. Úti á fjørðinum kundi til tíðir verða hópur av teimum gráu russisku
skipunum.
Hjá teimum sum komin eru upp í árini er nýggjársaftan naka serligt. Hettar kvøldið bar dám av teimum mongu skipunum, sum heilsaðu nýggja árinum við hópin av tí vit í dag nevna neyðrakettir. Eg minnist ikki til, at sama slag rakettir vóru sendar frá landi av, – um so varð, so vóru tær sera fáar og fánaðu burtur í ljósspælinum úti á fjørinum.
Tey russisku skipini høvdu brúk fyri hópin av vatni, og tí varð ein nýggjur vatnleidningur lagdur, frá brunninum og norður á
keiðuna. Tá á døgum eitt megnar verk.
Hesin russaraleidningur, sum tænt hevur sínum endamáli, er gjørdur úr stoypijarni, og tolir tí ikki tunga ferðslu, hann brotnar lætt.
Avgerð er tí tikin at skifta hann út, og samstundis verða rør til káplar hjá Føroya Tele lagdir, eins og kloakskipanin verður dagførd.
Komið er um hálva leið. Hildi verður áfram til komið er niðan á Bøveg (Jóhan Ellendersen). Har verður knýtt í nýggja vatnleidningin norður á kaiuna.
_______________________________________
Um onkur eigur myndir frá hesi tíðini, so vildu vit gjarna fingið loyvi at tikið avrit til at leggja út á síðuna.
Framvegis er galdandi, at copyright er á myndunum. Tað er verðuligi eigarin sum eigur myndina.
[31.10.2006 – Jóhan Heri Joensen]