Verður nú av ongum við fótbóltshøllini.

Vandi er nú fyri, at ætlanin við fótbóltshøllini í Skálafirði verður av ongum – á hesum sinni.(tilvildarlig mynd)

Lagt til rættis og gjørt viðmerkingar: Kjartan Madsen

Norðlýsið skrivar soleiðis á heimasíðuni:

” Býráði í Klaksvík trekt seg úr Skálafjarðarhøllini

Á býráðsfundi týskvøldið samtykti býráði tilmæli frá samdari  fíggjarnevnd um at trekja seg úr verkætlanini um at byggja innandura  fótbóltshøll í Skálafirði.

Ætlanin var annars at  Klaksvíkar Kommuna skuldi vera millum stórstu íleggjararnar í ætlaðu  fótbóltshøllina, men nú hevur kommunan so endaliga avtgjørt at trekja  seg.

Sum Norðlýsið skilir so vóru baði fíggjarnevndin og  mentanarnevndin samd um at stóri íløgutørvurin hjá Kommmununi ger at  komman ikki metir seg vera føran fyri at vera partur av hesi verkætlan.”

Nú  hevur so Klaksvíkar kommuna gjørt tað, sum eisini nógvir borgarar her  hava hugsað. Høllin verður alt ov kostnaðarmikil í mun til, hvat hvørt  felag fær av tíð í høllini. Hevur t.d Fuglafjarðar kommuna ráð til  projektið, tá ið hugsað verður um, at teir skulu gera áskoðaraskýli í  bakkanum við fótbóltsvøllin, samstundis sum teir skulu seta pengar av  til nýggjan vøll á Kambsdali?

Áhugavert hevði verið at fingið at  vita, um støðan hjá Klaksvíkar kommunu fær Fuglafjarðar kommunu at  broyta støðu. Eisini hevði verið ynskiligt at fingið at vita, hvussu  nógv Fuglafjarðar kommuna skal gjalda og eftir hvørjum  leisti, tímarnir í  høllini verða tillutaðir – og hvussu nógvar

 

[01.11.2006 – Kjartan Madsen]