Sigurd Simonsen, borgarstjóri, ger viðmerking í Norðlýsinum
Á heimasíðuni hjá Norðlýsinum stendur hetta at lesa:
Høllin hevði staðið betri á Kambsdali Vit hava fingið at vita at ein fíggingarstovnur kemur við í verkætlanina ístaðin fyri Klaksvíkar Kommuna, sigur borgarstjórin í Fuglafirði, Sigurð Simonsen
– Fuglafjarðar Komuna og Klaksvíkar Kommuna stóðu saman um kravið at fáa innandura ítróttarhøllina bygda á Kambsdali men nú vit fara í holt við at gera tunnil úr Kambsdali inn á Skálabotn verður tað einans 3 km at koyra til høllina.
– Tí hava vit avgjørt at vera við í verkætlanini og vit hava fingið at vita at Norðoya Sparikassi er komin inn fyri Klaksvíkar Kommunu.
– Vit vóru samdir við Klaksvíkar Kommunu um at høllin hevði staði betri á Kambsdali men hóast hetta ikki bleiv veruleiki hava vit avgjørt framhaldandi at vera partur av ætlaðu innandura fótbóltshøllini, sigur borgrarstjórin í Fuglafjarðar Kommunu, Sigurð Simonsen.
[02.11.2006 – Kjartan Madsen]