Tað er ikki bara í Føroyum, at smáar kommunur aftra seg við at leggja saman við teimum stóru. Tá kommunurnar í Danmark løgdu saman, vildu tey á Fanø ikki leggja saman við Esbjerg, tí tey væntaðu at missa alla ávirkan. Stjórnin slakaði, og tey fingu sín vilja. Nú um dagarnar kundi kommunan á oynni so vísa øðrum, at tað loysti seg, tí við 22,32 prosentum hevur Fanø tað lægsta kommunuskattaprosentið í landinum.
[02.11.2006 – Jóhan Heri Joensen]