Gunnar Samuelsen í hoyna!?
Nú ein kaldan morgum sá eg Gunnar Samuelsen sláa so hugagóðan. Skemtandi helt eg fyri, um hann væntaði terra, hann so hugagóður reiggjaði líggjan. Gunnar rætti seg upp og við einum stórum smíli gav hann mær søguna, hví hann var farin at sláa. “Veðrarnir, vælsignaður, teir skulu eisini hava. Og gott er okkurt at fara upp til!” Tað mátti eg bara geva honum rætt í.
[03.11.2006 – Kjartan Madsen]