Egningaskúrar

Henda myndin verður skjótt søga.Egningaskúrarnir sum standa úti á landingarbryggjuni fáa bert loyvi til at standa har í eitt ár afturat. Á bryggjuni kemur tá sjálvandi at verða betri pláss, og kann plássið tá eisini nýtast meira skilagott.

Útróðrarflotin verður tó ikki sleptur fyri tað. Ein  nýggjur snotuligur bygningur við 9 egningarrúmum er bygdur longur inni á havnalagnum, og er hann nú um at verða klárur at taka í nýtslu.Tað er Fuglafjarðar kommuna sum bygt hevur, og leigar so hølini út.Ein lítil kaikantur við bygningin hevði óivað gjørt hesa loysnina meira fullkomna.

 

[04.11.2006 – Jóhan Heri Joensen]