Fyri júst ári síðani møttu vit hesum veiðimanninum, sum er ímyndin av árstíðini.
Fyri júst einum ári síðani, fóru vit tríggir, Ole Hyrd-Hansen, Sigurd S. Poulsen og undirritaði, túr niðan á Blábjørg. Vitandi um, at harutíð var, fekk góðveðrið okkum ikki at setast aftur.Ikki vóru vit gongumenn, so gott var at kunnu koyra fyrsta strekkið. Og skjótt hoyrdu vit fyrstu skotini. Stutt eftir møttu vit einum sveittandi harumanni.Seteinbjørn í Lambanum var tíðindafróður og gav sær stundir at greiða frá um haruskjóting. Danin í fylginum hevði ikki áður sæð føroyska haru og kendi sum so heldur ikki til haruskjóting.Veiðimaðurin hevði fingið eina og sá tað sum sína ábyrgd at oysa burtur úr keldum sínum. Úr taskuni tók hann haruna og vit sluppu at síggja fongin.
Tíð var at fara víðari. Gongumenn vóru vit ikki, og ofta sessaðust vit og rindaðu møðina. Men fram kemur hann, ið hóvliga fer. Vit vóru komnir niða á “lovaða landið” – Blábjørg. Ikki var neyðugt við nógvum orðum; men eitt vóru vit ávbygdamenn einigir í: Konurnar vóru uppvaksnar í sera vøkrum umhvørvi!!
[05.11.2006 – Kjartan Madsen]