Fuglafjarðar kommuna heldur tað vera rættari at seta 1.500 sum minstamark fyri, hvussu nógv fólk skulu vera í hvørjari kommunu. Kommunan hevur ongar ætlanir um at leggja saman við øðrum.
Fuglafjarðar kommuna tekur fult undir við uppskotinum hjá Innlendismálaráðnum um at skipa landið í størri kommunalar eindir, men hon heldur tað vera ov lítið við sjey kommunun. Eins og Kommunuskipan Føroya heldur kommunustýrið í Fuglafirði at betri er at hava 9 eindir.Men í einum spurningi hevur Fuglafjarðar kommuna eina aðra støðu, og tað er, tá tað kemur til at áseta talið fyri, hvussu nógv fólk í minsta lagi skulu vera í hvørjari kommunalari eind. Innlendismálaráðið hevur sett 2.000 fólk sum minstamark, men Fuglafjarðar kommuna heldur 1.500 verða eitt meira hóskandi tal. Kommunustýrið samtykti hetta tilmæli á fundi 26. oktober.Í Fuglafjarðar kommunu búgva umleið 1.700 fólk.
Gøta og Leirvík hava samtykt at leggja saman, men einki rørist í Fuglafjarðar kommunu fyri at finna saman við øðrum.
– Tað síggja vit onga orsøk til, sigur Sigurd Simonsen, borgarstjóri.
[10.11.2006 – Jóhan Heri Joensen]