Urtagarðskappingin

Mentamálanevnd kommununar skipaði tann 09. november kl. 19.30 fyri almennari hugnaløtu í Mentanarhúsinum í sambandi við at urtagarðskappingin 2006 varð lokin. Dómsnevndin hevði gjørt sítt arbeiði og varð komin við sínari niðurstøðu um vinnarar vm.

Fundurin byrjaði við, at Dánjal Vang, formaður í  mentamálanevndini beyð teimum møttu vælkomnum og hevði stutta  afturlítandi røðu, somuleiðis sum hann las upp eina hóskandi yrking í  sambandi við slíkt hátíðarhald.Kristine Ellingsgaard, forkvinna í  dómsnevndini greiddi frá arbeiðinum hjá nevndini, og eftir hetta vórðu  skreytbløð handað 30 urtagarðseigarum saman við plantu. Síðan vórðu virðislønir handaðar teimum 4 bólkunum, sum urtagarðskappingin umfataði.Vinnarar í bólki 1: Reint og ruddiligt á økinum rundan um sethúsini´eru:

Nr. 1: Semina og Eyðfinn Jacobsen, Kambsdalur
Nr. 2. Marna Olsen, Fuglafjørður
Nr. 3: Marjun og Tórur Olsen, Fuglafjørður

Vinnarar í bólki 2: Vakran blómugarð:

Nr. 1: Tordis og Beinir Nolsøe Olsen, Kambsdalur
Nr. 2: Katrin og Jaspur Hjelm, Fuglafjørður
Nr. 3: Rita og Jóhan Larsen, Fuglafjørður

Vinnarar í bólki 3: Reint og ruddiligt á økinum rundan um sethúsini og vakran blómugarð vóru:

Nr. 1: Gunnvør og Signar á Brúnni, Fuglafjørður
Nr. 2: Vilborg og Johan Ellendersen, Fuglafjørður
Nr. 3: Gunnleyg og Jón Nolsøe Olsen, Kambsdalur

Vinnarar í bólkinum “Virkir og stovnar” vórðu á jøvnum føti:

P/F Havsbrún, Fuglafjørður
P/F Bergfrost, Fuglafjørður
SP/F Haraldsen, Fuglafjørður

Eftir  handanina fingu tey møttu kaffi/te og køkur. Eftir hetta vórðu røður  hildnar av: Dan Reinert Petersen, Berguri Poulsen, Janusi Rasmussen,  Andreu Lervig, Signari á Brúnni og Sigurð S. Simonsen.

Semja  varð um á fundinum, at hetta var eitt frálíkt tiltak, sum  mentamálanevndini skipaði fyri, somuleiðis sum heitt varð á kommununa um  at halda áfram við urtagarðskappingum framyvir annað hvørt ár eins og  gjørt er síðan kappingin byrjaði í 2002.

 

[10.11.2006 – Jóhan Heri Joensen]