Dan Reinert Petersen í Fuglafirði stillar upp til formansvalið í Føroya Fiskimannafelag.
Vit halda, at tíðin er komin til vaktarskifti í Føroya Fiskimannafelag, og rætti avloysarin er Dan.Dan hevur tann fyrimun, at hann er ikki bundin at nøkrum reiðara, siga teir, sum hava stillað Dan upp. Heldur ikki er hann bundin at ávísari drift so sum troli, línu, nót, gørnum ella fjarfiskiflotanum, men kann umboða okkum allar, sigur sóknarformaður fiskimannafelagsins í Fuglafjarðar sókn, Mortan Berjastein.Dan fór til skips á sínum 15-ára føðingardegi og var burtur í 6 ár. Hann lærdi til lærara, og hóast hann hevur virka sum lærari, hevur hann altíð gjørt avstingarar til sjós, flest allar summarferiur og í farloyvi í sjeyti- og áttatiárunum, tá hann var til skips. Og so var hann burtur aftur 2002-2005. Hann hevur roynt so gott sum allar veiðihættir og kennir umstøðurnar umborð.
Dan var løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin frá 1998 til 2002.
[14.11.2006 – Jóhan Heri Joensen]