Føroyar er við at mennast sum ferðavinnuland, tey sum leggja leiðuna hendavegin verða alsamt fleiri og fleiri. Nøkur ferðast í Føroyum, meðan onnur síggja seg um meðan tey bíða her í 2 dagar fyri at koma víðari til Ísland.
Ofta hoyra vit at ferafólkið leggur einki eftir sær í býnum. Sanleikin er vist, at tey fegin betaltu fyri einhvørja uppliving sum vit kundu givið, men vit hava lítið og einki at bjóða teimum.Magnus Midjord hevur nú hug at ganga undan og gera eina roynd, sum vit møguliga kunnu hava sum fyrimynd til okkurt annað.Magnus hevur keypt Eik Helgadóttir og givið bátinum navn eftir dóttir síni Erlu.Erla verður nú pussað upp so hon aftur verður ein snotulig skúta.
Erla er bygd í Romsdali í Noreg í 1964.Ætlanirnar við bátinum er at pussa hann upp, allan sum hann er og nýta hann til: turistar, bólkaferðir, skúlanæmingar, fiskarí ella eitthvørt annað høvi. Møguleikin verður eisini í ferðalagi at fara túrar í norska skergarinum.Undir dekkið verður meginparturin uppihaldsrúm, ætlanin er at pláss skal verða fyri 12 koyggjum.
Fyri at gera uppihaldsrúmið hugnaligt og rúmligt, verður dekkið miðskips lyft nakað upp.
Tað er Eli Joensen úr Leirvík sum stendur fyri umbyggingini. Hann er vist ein av teimum fáu skipstimbrarunum sum eftir er í starvi í Føroyum.Eisini hann eldist, so tað fer at verða trupult í framtíðini at fáa serkønar menn at gera slíkt arbeiði.
Motorurin er renoveraður og er nú sum nýggjur, klárur at seta í. Aksul og skrúutoy er eisini ný renoverað.
Henda myndin er við fyri at vísa á hvussu dekk og timbur omandeks kemur at taka seg út. Sigast kann um handverkið, at tað verður kínt og kelað fyri hvørji spón.
Um arbeiði gongur gott, so er ætlanin at báturin skal takast í nýtslu á páskum komandi ár.Vit vilja ynskja Magnusi, at tað skal fara at ganga gott við hesum tiltaki.Sum borgari fegnist eg um, at menn finnast sum tora at bróta uppúr nýggjum.
Góða eydnu.
[22.11.2006 – Jóhan Heri Joensen]