Fríggjadagin tann 17. november 2006 var fundur í Klaksvík millum býráðsskrivararnar í limakommununum í KSF
Kommunusamskipan Føroya, sum eru Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Tvøroyrar, Fuglafjarðar, Vágs og Sandoyar kommunur.
Stýrið í KSF er mannað av borgarstjórunum í limakommununum, meðan býráðsskrivararanir manna ein starvsbólk, hvørs uppgáva er at fyrireika mál til viðgerðar í stýrinum.Hugnaligu hølini hjá Menningardeildini í Klaksvíkar Kommunu vóru karmur um hendan fundin hjá starvsbólkinum, sum í løtuni arbeiðir við at gera eitt uppskot til stýrið í KSF um hvørji málsøki eiga at verða løgd út til kommunurnar at umsita og hvussu skjótt hetta eigur at verða gjørt.Heilt síðan stovnsetaninina hevur eitt av aðalmálum KSF’s verið at virka fyri menning av kommunalu eindunum kring landið, millum annað við at málsøki verða flutt frá landsmyndugleikanum til kommunurnar og á tann hátt at flyta kvalifiseraði størv út á nakrar kommunalar kraftardeplar kring landið.
Tað er einki dulsmál, at stígur hesi seinastu árini er komin í hesa tilgongd, og tí hava borgarstjórarnir í stýri KSF’s biðið starvsbólkin og umsitingina í KSF um at koma við einari dagførdari lýsing av støðuni saman við einum tilmæli um víðari arbeiðsætlan.
Starvsbólkurin hevur havt nakrar fundir og fer í næstum at leggja uppskotið fyri stýrið í KSF.
Á fundinum í Klaksvík luttóku hesir persónar:
Jens Marius Poulsen, starvsbólkaformaður og kommunustjóri Tórshavnar Kommuna,
Dinna Jensen, býráðsskrivari Runavíkar Kommuna,
Petry Joensen, býráðsskrivari Vágs Kommuna,
Jákup Frants Larsen, býráðsskrivari Fuglafjarðar Kommuna,
John Færø, býráðsskrivari Klaksvíkar Kommuna og
Jóan Petur Hentze, aðalstjóri í KSF Kommunusamskipan Føroya.
Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri var eisini inni á gólvinum og bjóðaði gestunum vælkomnum til Klaksvíkar, og nýtti starvsbólkurin tá eisini høvið at samskifta við hann um nøkur av høvuðsevnunum, sum arbeitt verður við í bólkinum.
Millum málsøkini, sum verða umrødd og lýst í sambandi við nýggja uppgávubýtið millum land og kommunur, eru m.a. fólkaskúlin, musikkskúlin, kvøldskúlin, eldraøkið, bókasøvn og bygdasøvn.
[23.11.2006 – Jóhan Heri Joensen]