Fjarlesturin komin fyri at vera

Góðir møguleikar at útbúgva seg ígjøgnum fjarlesturin hjá Føroya Handilsskúla á Kambsdali.

Komandi fýra árini verður fjarlesturin á Handilsskúlanum á Kambsdali  fastur táttur av virkseminum hjá skúlanum. Hetta inniber, at FHS  útbúgvingin verður bjóðað út í fullum líki tvær ferðir og HH eina ferð  komandi fýra árini.Seinastu tvey árini hevur Handilsskúlin á Kambsdali saman við  Amerada Hess, BP Amoco, Innlendismálaráðnum og Mentamálaráðnum skipað
fyri fjarlestri. Úrslitini av hesum lestri hava verið sera góð og  undirtøkan somuleiðis.

Miðnámsskúli til øll
Við hesum útbúgvingartilboði hava øll fingið ein veruligan møguleika at taka eina føroyska  miðnámsútbúgving. Ætlanin er at røkka einum málbólki í føroyska  samfelagnum, sum ikki hevur góðar møguleikar at fylgja vanliga  dagskúlanum. Hetta eru t.d. fólk á útoyggj ella fólk, sum, vegna  arbeiðsstøðu ella sosialar og fysiskar umstøður, ikki hava møguleika at  fara á miðnámsskúla. Eisini er hetta ein góður møguleiki hjá handils- og  skrivstovulærlingum, sum ikki hava FHS frammanundan, at taka kravdu  lærugreinirnar. Hetta kunnu t.d. vera lærlingar við øðrum miðnámsútbúgvingum ella 10. flokki.

FHS vælegnað
FHS er ein 1 ára miðnámsútbúgving,  sum er grundarlagið undir eini 2 ára handilsgymnasialari útbúgving (HH).  FHS útbúgvingin er somuleiðis ástøðiligur partur av handils- ella  skrivstovulæru. T.v.s. at eftir eitt lokið FHS prógv kanst tú fara í
læru, fara víðari á HH ella steðga á og framvegis hava eina  førleikagevandiútbúgving.  FHS hevur somuleiðis lærugreinir, sum eru viðkomandi fyri nógvar  ymiskar málbólkar í samfelagnum. T.d. Virkisbúskap, ið fyrst og fremst  snýr seg um bókhald og roknskap, Marknaðarførslu, sum er um sølu og  tænastu og Kunningar- og samskiftistøkni. Harafturat eru meiri almennar  lærugreinir sum Enskt, Føroyskt, Støddfrøði, Týskt og Samfelagslæra.

Fjarlesturin verður fyriskipaður sum stakgreinalestur. T.v.s., at  næmingar skulu til próvtøku í øllum lærugreinum. Hetta gevur møguleikar  fyri at tillaga samlaða útbúgvingarskeiðið og valið av lærugreinum hjá  hvørjum einstøkum eftir tørvi.

HH á veg
Frá sumri 2007 er ætlanin eisini at  bjóða HH lærugreinir út. Endaligu fyrireikingarnar fara fram í vár. Við  hesum verður møguleiki fyri fyrstu ferð at taka eina gymnasiala  útbúgving sum fjarlestur. Eisini verður møguligt at taka tað sokallaðu 1  ára HH-útbúgvingina sum fjarlestur. Hetta er útbúgving, ið er snikkað  til tey sum frammanundan hava aðra gymnasiala útbúgving, men ynskja sær  eina HH-útbúgving.

Nýggjar leiðir
Fjarlestur er í stórari menning og  útbúgvingartilboðini floyma yvir okkum. Skúlin metir tað hava týdning,  at eisini hesin útbúgvingarmøguleiki verður mentur í Føroyum, so  føroyingar eru førir fyri at veita føroyingum útbúgving við fjarlestri. Nýggja útbúgvingartilboðið hevur higartil fingið sera góða móttøku,  og royndirnar hjá skúlanum hava víst, at hesin útbúgvingarmøguleiki er  eitt gott alternativ hjá teimum, ið ikki hava umstøður at luttaka í  vanligari dagundirvísing yvir longri tíðarskeið.

Í januar eru tað lærugreinirnar marknaðarførsla c og enskt c, ið  verða bodnar út. Treytin fyri upptøku er nøktandi 9./10. floksprógv. Tað  er ein fyrimunur at hava viðkomandi starvsroyndir og kunnleika til  teld.

Umsóknarbløð og nærri kunning fáast við at venda sær til Føroya Handilsskúla á Kambsdali á 444 900 ella [email protected], og á heimasíðu skúlans, sum er www.fhk.fo.

Umsóknarfreistin er 2. januar 2007.