Fuglafjarðar sløkkilið hevði um mánaðarskifti vaktarskifti á ovastu rók. William avloysti Gordon sum brandmeistara. Í hesum innleggi lýsa vit Fuglafjarðar Sløkkilið.
Tann fyrsta brandpumpan sum menn vita um, stóð í kjallaranum hjá Jóhan suðring.
Aftaná at eldur hevði verið í húsinum hjá Olla Samuelsen, bleiv ein nýggj brandpumpa og nakað av sløkkiútgerð keypt, og kom at standa í kjallaranum í krambúðini hjá Haraldsen.
Fuglafjarðar sløkkilið varð stovnað 22. Februar 1971Við hesari manning :
- Tórhallur Andreasen
- Bjarni Eliasen
- Petur Halgadal
- Hanus Hansen
- Martin E. Hansen
- Sveinbjørn Hansen
- Gordon Petersen
- Marius Petersen
- Símun Pauli Poulsen
- Sigfríður Vørhamar
- Kári Zachariasen
- Johannus Øregård
1973
Fuglafjarðar, Leirvíkar og Gøtu kommuna keypa ein Toyota brandbil .Hølið í kjallaranum hjá Haraldsen var ov lítið til nýggja brandbilin, tí varð nýtt hølið fingið til vega. Kommunan átti tá gomlu smiðju hjá Alex Sevdal, útgerðin bleiv tí flutt inn har, men tað var ein vánalig loysn, avtí at har var eingin hiti, tað kom fyri, at ejektorpumpan var frostsprongd, so onnur loysn mátti finnast.
1975
Keypur Fuglafjarðar kommuna bilhúsið frá Ditlev Róin, og flutt varð frá gomlu smiðju niðan í hetta bilhúsið sama ár .
1987
Keypur sløkkiliðið ein Nissan Patrol, til
Bjarginar og sløkkibil, so nú bleiv aftur ov líti pláss til útgerðina.
Kommunan leigaðaði síðan kjallaran í Arbeiðsmannafelaghúsinum, so varð øll útgerðin flutt inn har.
1989
Sløkkiliðið keypti ein Volvo Terberg brandbil, so nú bleiv aftur ov trongligt.Kommunan hevði keypt handilsbygningin frá Jógvan Simonsen, sum stóð á kajøkinum beint niðanfyri Arbeiðsmannafelagshúsið, tann 23 . december sama ár varð flutt í tann bygnmingin.
2000
Fuglafjarðar kommuna byggir nýggjan snotuligan bygning, við øllum nútímans hentleikum. Bygningurin varð tikin í nýtslu 14. desember 2000.
Tað má sigast at Fuglafjarðar kommuna er væl fyri á hesum øki.
Brandstøðin hevur 4 bilar :
- Volvo Terberg 395 hk motor 4 hjóltrekk 3600 l vatn tanga 400 l
skúmtanga , háð & láðtrýstpumpu 3500 l min ,12 sett til roykkavara ,
ljósmastur , ljósagregat 220 v 2000 w - Stigabilur IVECO Magirius 30 m stiga
- Ambulansa v/ klippiútgerð & luftpútum til ferðsluóhapp
- Toyota v/ Aster pumpu 2400 l min
- Luftkompressari Bauer 300 l min
Á støðini er eisini øll útgerðin hjá Bjargingarfelagnum L F B .
Sløkkiliði hevur í dag 18 mans
1. William Askham, brunaleiðari
2. Edmund Abrahamsen, varaleiðari
3. Gordon Petersen
4. Ovi Joensen
5.Bjarni Joensen
6. Símun Abrahamsen ( Froskmaður )
7. Henry Thomsen
8. Sam Jacobsen
9. Alexandur Abrahamsen
10. Karl Hansen
11. Kaj Eli Poulsen
12. Gunnleiv Jacobsen ( Froskmaður )
13. Jóhann Clementsen
14. Poul Joensen
15. Ronny N Olsen
16. Eyðun Hansen
17. Elibert Kerá
18. Frits Eið
Allir hava roykkavara certifikat.
Samarbeiði
Á hesum øki, hevur verið samstarv við Gøtu og Leirvik.
Fyrst varð tað kallað, “F G L“. Hetta vardi frá 1973-1989
Seinni varð býtt um uppá bókstavarøðina, nú var tað blivið til “F L G“.
Eftir hetta er tað fyri okkara viðkomandi blivið til eitt “F“.Táíð tað er sagt, skal viðmerkjast, at tað var og er eitt sera gott samarbeiði ímillum sløkkiliðsmennirnar.
Vit samstarva við Gøtu & Leirvík og hava sama tilkallingarlista á Alarmsentralinum.
[04.12.2006 – Jóhan Heri Joensen]