Ja soleiðis ljóðar ein av reglunum í jólasanginum:
Eg gleðist so hvørt jólakvøld.
Jólini og ljósið eru tætt knýtt at hvørjum øðrum.
Tað heilagað ljósið, og tað verðsliga gleða og troysta okkum í myrku tíðini. Bæði ljósini lýsa upp í okkara sál og sinni.Nógv verður hugna og stákast upp undir jól. Ymiskt er eisini hvussu høgt hvør einstakur gongur upp í hesa stákan.
Eitt av ljósprýðunum í býi okkara, er vesturi í Dal, har Sonni á Horni hevur sett upp ein ljóskastara, sum lýsir á fossin í Gjógvará. Sera vakurt, og eigur tú, Sonni, eitt herðaklapp fyri tín leiklut í fríðkanini av býnum.
Jólamánaðurin er byrjaður og Býurin er ljósprýddur sum vant. Hesa myndina seti eg við, eina mest fyri at vísa útisetum, tí eg veit, at nógvir útisetar vitja hesa síðu. Kanska er hettar eitt sindur forherað, soleiðis at fáa tykkum at leingjast.
[04.12.2006 – Jóhan Heri Joensen]