Traylarar ella fólk til gonguJa ofta kunnu vit hugsa so táið vit fara til gongu í Fuglafirði.Hvat er tað vit hugsað um – er tað traylaran ella fólkið sum her býr?
Okkara høvuðsvegur.
Men hvussu leingi skal hann vera eitt byggipláss?
Hevur gongufólk einki at siga?
Eik, ein snotuligur bygningur.
Men komunala ábyrgdin svíkur eisini her.
Her hevur nógv verið tosað, men einki hendir.
Komunal órøkt í ólukkumát, men hettar er bert eitt dømi av mongum.
Her burdi fólk kunna gingið.
Lat okkum bera yvir, hettar er í gerð.
Eisini her, hettar er í gerð.
Men hvussu leingi skulu vit bera yvir. Hetta varð gjørt fyri 35 árum síðani.
Hesi hava góða tíð. Hetta er bert 10 ára gamalt. Um tú hyggur gjølla so kanst tú hóma ein kant sum er ovari kantur á tí sum kallast skal gongubreyt. Men her er eingin vón. Bíðitíð 20 – 30 ár.
Hvat grenja tit um?
Í fjør høvdu tit vakrar hømiliur grógvandi.Hygg at myndini, tær standa enn og frøða tykkum.
Hvat hava tit at grenja um?
Ikki so brá, vit koma einaferð.
Nei nú orka vit ikki meir.
Vit hava nok at hugsað um.
Vit hugsað um kaj.
Okkara Kaj.
Vit skulu nokk hugsað um tykkum í allan septembur næsta ár.
Tí tá verður val.
[11.02.2007 – Jóhan Heri Joensen]