Á ólavsøku í 1906 knýtti Frírikur kongur 8. Føroyar í fyrsta tøkniliga sambandi út í heim.
Føroyar fingu telegrafsamband við útheimin á Ólavsøku í 1906. Fyrsti kaðalin lá úr Hetlandi og í Sandágerðsvík. Myndin er frá hátíðarligu løtuni táið kaðalin varð tikin í nýtslu. Fyrsta fjarrit sendi Fríðrikkur kongur 8. og varð tað soljóðandi:”Lykkelig ved i dag at kunne indvie den så længselsfuldt ventede telegraflinje sender jeg som mine første ord min hjertelige hilsen til ethvert hjem på Færøerne. Jeg lykønsker til den nye forbindelse, som således hermed er åbnet, og udtaler det håb, at den mægtige må bidrage til udvikling af færingernes vel, både i åndelig og materiel henseende og derved styrke vort fælles fædreland.”Amtmaðurin takkaði kongi fyri heilsuna og segði, at føroyingar fegnaðust um tað stóra framstig, sum teimum hevði hent fyrsta stjórnarár Fríðriks 8. Eisini løgtingið sendi kongi takkarkvøðu.
Tað var Det Store Nordiske Telegraf-Selskab, sum legði kaðalin millum Hetland og Føroyar og higani til Íslands. Alment varð kaðalsambandið opnað 1. august. Ein telegrafstøð varð bygd í Havn og tikin í brúk hetta sama árið.
Telegraflykilin opnaði verðina fyri okkum. Telefonirnar við kastinum á síðuni vóru nýttar fyri at koma í samband við telefonstøðirnar, har vit kundu biða um at verða umstillaði til eina ávísa telefon.
Tað eru 100 ár síðani vit fyrstu ferð tøkniliga kundu geva boð frá okkum. Myndirnar av fjarskiftistólunum her á síðuni vísa gongdina hesi 100 árini.
Telefonin við dreyguskivuni gjørdi telefonstøðina óneyðuga, síðani kom digitala knøttatelefonin.
Telex varð verðuligt frambrot í 50-60unum. Í dag er telex næstan ókent og hoyrir heima á forngripasøvnum.
Ja sjálvt fax maskinurnar, sum komu í 70unum og verðuliga góðu okkum nýggjar møguleikar, eru í dag fornleivdir, myndir og tekstur verður lættliga og skjótt flutt um alnetið.
Í dag verður telefonsambandið verðuliga kollvelt. Nú tekur IP telefoniin valdið. Við Skype kann ringjast um allan heim kostnaðarfrítt, um tú hevur breiðbandssamband.
Tað steðgar ikki her, tøknin koyrir fram við fúkandi ferð. Tað sum í dag er tað einasta rætta, verður avloyst av betri tøkni, um stutta tíð.
[14.02.2007 – Jóhan Heri Joensen]